Mist tolið við ítróttarhøllini í Sandoynni

Mist tolið við ítróttarhøllini í Sandoynni
Tað gongur hesa ferð, men so ikki aftur, sigur Fíggjarnevndin, sum mælir til at játta 600.000 krónur til Ítróttarhøllina í Traðardali
 
12.05.2015 - 16:00

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur mist tolið við ítróttarhøllini í Sandoynni.  

Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum er í tinginum, biður Mentamálaráðið um 600.000 kr. til at fáa ljóðviðurskiftini og onnur minni brek rættað í ítróttarhøllini í Traðardali, so høllin endaliga verður avhendað Sandoyar skúlasambandi.

Men hetta dámar Fíggjarnevndini lítið. Hon vísir á, at upprunaliga ætlanin við verklagslógini um høllina var, at heimild varð fingin til at byggja eina ítróttarhøll í Sandoynni.

Síðani skuldi Sandoyar skúlasamband yvirtaka høllina. Kortini tykist tað sum byggjaríið heldur fram aftaná at alt tað var bygt, sum heimilað var í verklagslógini. 

Fíggjarnevndin mælir tó til at játta tær 600.000 krónurnar, men so verður lokið lagt á kassan. 

Treytin hjá Fíggjarnevndini er, at Sandoyar skúlasamband tekur við ábyrgdini av høllini soleiðis sum grundarlagið var undir verklagslógini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221