Hesi koma ikki í hýruvognar í Føroyum fyribils

Hesi koma ikki í hýruvognar í Føroyum fyribils
Tað verður neyvan í hesum umfarinum, at kravt verður av teimum, sum koyra hýruvogn, at eitt taksametur skal avgera, hvussu nógv túrurin kostar
Taksametur verða ikki at síggja í hýruvognum í Føroyum fyribils. Undirtøka er ikki fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum
 
13.05.2015 - 08:24

Uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, er viðgjørt á ikki færri enn sjey fundum í Vinnunevndini, og undirtøkan er ikki góð. Fimm av sjey nevndarlimum, teirra millum tveir í samgonguni, mæla ikki til at samtykkja uppskotið.

Og tað óvanliga er, at í meirilutanum í nevndini er teir tríggir andstøðulimirnir. Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard siga, at ynskið um taksametur tykist ikki vera komið frá vinnuni sjálvari.

Í málinum er ikki serliga væl lýst, á hvønn hátt taksametur fer at geva kundanum bíligari ella betri tænastur. Íløgurnar í taksametur skulu krevjast innaftur, og tí kann tað gerast nakað dýrari at koyra við hýruvogni.

Mæla til at fyrireika málið av nýggjum

Janus Rein og Hanus Samró í Fólkaflokkinum halda tað vera sera óheppið, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki hevur lýst kostnaðarligu avleiðingarnar av uppskotinum.

Teir mæla landsstýrismanninum til at fyrireika málið av nýggjum, men siga seg annars taka støðu til uppskotið, tá atkvøtt verður um tað.

Alfred Olsen í Sambandsflokkinum og Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum taka undir við uppskotinum. Teir vísa á, at uppskotið krevur ikki, at hýruvognar hava taksametur, men gevur kommununum heimild til at krevja tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744