- Tíðindi, mentan og ítróttur
Te, sex og samtykki
Í stutta, stuttliga teknifilminum, ið Blue Seat Studios hava framleitt, verður greitt frá, hvussu samlega og samtykki eiga at hanga saman.
Við hjálp frá pinnamonnum og tekoppum fær hyggjarin eina greiða mynd av, at 'Nei' altíð merkir nei, um tað so er til ein temunn ella til sex.
- Um tú ivast, tá tað kemur til seksuelt samtykki, byrjar frásøgumaðurin, ímynda tær so at tú, ístaðin fyri at spyrja um tit skulu mogga, spyrt um viðkomandi vil hava ein temunn.
- Um tú spyrt: "Hey, kundi tú hugsað tær ein temunn?" og tey svara: "Omg fokk ja, eg vil fokking gjarna hava ein temunn!" so veitst tú, at tey fegin vilja hava ein temunn.
- Spyrt tú onkran, um tey vilja hava ein temunn, og tey ivast, so fert tú kanska í holt við at kóka ketilin, men hav í huga at tey møguliga ikki tíma at drekka nakað, og at tú ikki hevur rættin til at tvinga tey.
Niðan fyri sært tú fleiri dømir úr fittliga teknifilminum, sum er á enskum, nær 'Nei' merkir nei:
Kelda: magazine.good.is
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |