Sement skotið í gongd

Sement skotið í gongd
Innleiðandi umførini til Sement eru byrjaði, og Röddin hevur fingið orðið á nakrar av bólkunum
15.05.2015 - 20:45

Vit eru teenage punkarar!

Vit hava fingið orðið á Palla Dalsgaard og Sjúrð Samuelsen úr Figment Dwells, sum var fyrsti bólkur á pallinum í kvøld. Umframt teir, eru Edvin Niclasen og Ólavur Skipagøta við í bólkinum. 

 

Teir eru ikki heilt samdir um, hvussu framførslan hevur gingið í kvøld.

 

- Tað gekk ókey, vit spældu feilir, men tað var fínt. Tað er eisini ringt at vera tann fyrsti bólkurin, tað eru lítið av fólki, sigur Sjúrður. 

 

- Hann hevur meiri rolluna sum pessimisturin. Eg haldi, at tað gekk væl. Tað vóru onkur lítil ting her og har, men tað kann ikki vera ein dealbreaker, sigur Palli.

 

Palli og Sjúrður hava spælt saman síðani teir vóru piltar. Sangirnir, teir spæla, eru sangir, sum teir hava skrivað ígjøgnum árini. Júst hesin bólkurin var stovnaður fyri umleið trimum mánaðum síðani. 

 

- Vit hava vant saman til hesa kappingina í umleið fýra vikur, og annars hava vit vant saman regluliga, siga teir báðir. Vit eru ein rokkbólkur, vit eru teenage punkarar, og vit skulu ikki nokta, at vit eru ávirkaðir av bólkum sum Green Day.

 

Forsangarin úr Figment Dwells

 

 

 Málið er at spæla eina góða konsert

Vit fingu eisini orðið á Konni Kass, beint áðrenn hon fór á pallin. Konni er kend við síni saxofon, men í kvøld er hon á palli við gittari og sangi. Við sær hevur hon Per I Højgaard, Knút Háberg Eysturstein og Torleik Mortensen.

 

- Eg havi spælt saman við hesum tónleikarunum eitt sindur fyrr, aftur og fram. Nú hava vit ikki akkurát vant so nógv í longri periodum, men hava vant intensivt nú, tá vit hava vant. Málið hja okkum er fyrst og fremst at spæla eina góða konsert.

 

Konni Kass

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.