Føroya Portalurin er roks og fjas

18.05.2015 - 09:55
Lívsstílur
Føroya Portalurin er roks og fjas
- Vit skuldu bara vita, um ein slíkur portalur kundi yvirliva í tveir mánaðir. At tað bleiv so stórt, høvdu vit ikki væntað, sigur Bjarni Arge

Tað byrjaði alt í eini íbúð í Århus fyri skjótt trimum árum síðani.


- Eg hugsaði bara, at nú skuldi okkurt stuttligt henda, og eg vildi gera okkurt skemt. Eg ringdi til vinfólkini Trónd Dalsgarð og Jónu Ólavsdóttir Dalsgarð, og soleiðis byrjaði Føroya Portalurin.


Soleiðis sigur Bjarni Arge, sum er ein av teimum trimum fólkunum, ið hava gjørt Føroya Portalin.


Seinastu 10 vikurnar hava vit sæð stuttlig, braneggjað og speisk innsløg í sjónvarpinum, tá sendingin Føroya Portalurin hevur verið hvørt fríggjakvøld í Kringvarpið Føroya.


Men nú er liðugt við Føroya Portalinum - í hvussu so er á hesum sinni.


- Vit roknaðu ongantíð við, at Føroya Portalurin fór at blíva so stórur og fór at hava fjepparar, tí tað var bara roks og fjas. Men har fóru vit skeiv, sigur Bjarni Arge.


Eitt, sum eyðkendi Føroya Portalin, tá hann framvegis bert var á netinum, var, at fólkini, sum skrivaðu, vóru dulnevnd. Men tað bleiv broytt, tá Føroya Portalurin bleiv til sjónvarpssending.


- Tað var ein stuttlig tíð, tá fólk ikki vistu, hvørji vit, sum gjørdu søgurnar, vóru. Tú kanst siga, at onkursvegna fór mystikkurin, tá Føroya Portalurin bleiv til sjónvarp, men hinvegin so var tað ein treyt, og harafturat var tilboðið um at gera sjónvarp so mikið gott, at vit kundu ikki siga nei til tað, fortelur Bjarni Arge, sum enn ikki veit, um Føroya Portalurin heldur fram.


- Í løtuni er alt opið. Føroya Portalurin kemur kanska aftur. Tað er tað mystiska við tí nú, heldur Bjarni Arge skemtiliga fyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444