Tá mamma hevur sálarligar trupulleikar

18.05.2015 - 11:21
ListBókmentir
Tá mamma hevur sálarligar trupulleikar
Tað er umráðandi at greiða børnum frá um trupulleikar eru í heiminum, so tey skilja støðuna, sigur Karen Glistrup, sosialráðgevi

Sálarligar sjúkur og rúsdrekkamisnýtsla seta síni spor har tær raka. Livimátin í familjuni verður í stóran mun broyttur, og hetta kann verða trupult at skilja - serliga hjá børnum.
Einsamøll standa tey við stóru spurningunum, ringu samvitskuni, skommini og einseminum.

Børnini leingjast eftir at tosa við onkran, men ofta kenna vit okkum ótrygg í viðtaluni við sálarliga viðkvomu foreldrini og børn teirra. Vit ansa so væl eftir ikki at koma ov nær, ella ikki at gera ilt verri, tí velja vit mangan, í misskiltari umsorgan, at tiga. Men hetta er tað einasta vit ikki mugu gera.

Á evnisdegnum fer royndi sosialráðgevin og familjuterapeuturin, Karen Glistrup, at viðgera tríggjar avgerandi avbjóðingar hesum viðvíkjandi.
Í morgun var Karen í Góðan mrgun Føroyar og greiddi frá

Karen Glistrup hevur skrivað bøkur um evnið. Les meira um tær her: www.snak-om-det.dk

Facebook-síðan hjá Snakomdet

Les meira um evnisdagin her: spreki.com

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444