Føðideildin í Suðuroy: Fundur broytti einki

Føðideildin í Suðuroy: Fundur broytti einki
Borgarstjórarnir í oynni krevja framvegis, at føðideild verður á sjúkrahúsinum eftir 1. januar
 
19.05.2015 - 09:01

Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi letur aftur 1. januar sum ætlað.

Støðan er óbroytt eftir fundin í dag millum allar borgarstjórarnar í Suðuroynni og Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum.

Tað er leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum í skrivi hevur heitt á landsstýrismannin um at lata føðideildina aftur.

Óheppin avgerð

Hetta er ein óheppin avgerð, heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. 

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava avtalað nýggjan fund í vikuni at viðgera støðuna, og kravið er framvegis tað sama: At føðideild  verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir 1. januar næsta ár. 

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at støðan er óbroytt eftir fundin í dag, og hann heldur fast um avgerðina at lata føðideildina aftur. 

Sett arbeiðsbólk

Karsten Hansen hevur sett ein arbeiðsbólk at greina støðuna. Arbeiðsbólkurin skal koma við einum tilmæli til landsstýrismannin um hálvan juni. 

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598