Teistin fekk okkurt í skrúvuna á Gomlurætt

11.06.2013 - 17:17
InnlendisSamfelag
Teistin fekk okkurt í skrúvuna á Gomlurætt
Hildið varð, at barnasjúkurnar aftur vórðu farnar at gera vart við seg, men so var ikki

Tað loypti hvøkk á fólk í morgun, tá Teistin stutt fyri kl. 9 skuldi fara av Gomlurætt til Skopunar, og motorarnir ikki virkaðu sum teir skuldu.

Hildið var, at skipið aftur hevði fingið barnasjúkuna sum fylgdi tí í fleiri ár, og at talan var um eitt sonevnt blackout. Men kanningar hava víst, at tað var tað ikki, men at tað var okkurt í havnini á Gomlurætt, sum kom í aðra skrúvuna, sigur Conrad Gaard, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Í fjør varð Teistin tikin úr sigling í langa tíð, tí hann varð umvældur fyri 17 milliónir kr. fyri at sleppa undan sonevndu blackoutunum. Hoyr samrøðu við Conrad Joensen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444