Vilja hava Alequ Hammond í fólkatingið

Vilja hava Alequ Hammond í fólkatingið
Fyrrverandi landsstýrisforkvinnan í Grønlandi er í fleiri førum skotin upp sum valevni til fólkatingsvalið, men enn er eingin støða tikin
 
20.05.2015 - 13:57

Líkt er til, at fráfarna grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, er á veg aftur upp í politikk.

Í øllum førum váttar flokkur hennara, Siumut, at hon í fleiri førum er skotin upp sum valevni til fólkatingsvalið, ið stendur fyri durum.

Men tað er aðalstjórnin í flokkinum sum tekur endaliga støðu til, hvussu nógv valevni sleppa at stilla upp, og hvørji valevnini verða.

Hevur onga viðmerking

Sjálv vil Aleqa Hammond ikki gera viðmerkingar til tíðindini.

Skrivarin hjá flokkinum, Michael Petersen, váttar fyri grønlendska kringvarpinum, at Aleqa Hammond í fleiri førum er skotin upp sum valevni, men nær leiðslan í flokkinum tekur støðu til valevnini, vil hann einki siga um.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur, at hann leggur seg ikki útí, hvørji valevni verða stillað upp til fólkatingsvalið. Ta avgerðina eigur leiðslan í flokkinum, sigur hann.

Politiski framsøgumaðurin hjá Siumut, Jess Svane, sigur, at Aleqa Hammond er ikki dømd fyri nakað, og tí er einki til hindurs fyri at hon kann stilla upp til fólkatingsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860