Mugu á skeið fyri próvtøkuótta

21.05.2015 - 11:36
Lívsstílur
Mugu á skeið fyri próvtøkuótta
- Summi eru so bangin at fara til próvtøku, at tað oyðileggur alla próvtøkutíðina. Tá er gott við skeiði um próvtøkuótta, siga lestrarvegleiðarar

Hjartabankan, sveittutar hendur, høgur pulsur og turrur munnur.


Soleiðis reagerar kroppurin hjá nógvum fólkum, tá tey skulu til próvtøku.


At gerast fjálturstungin í sambandi við eina próvtøku er heilt vanligt, men hjá summum tekur óttin yvir. Tey hava próvtøkuótta.


- Onkrir av næmingunum eru so bangnir fyri at fara til próvtøku, at tey als ikki fáa nakað burtur úr lesifrítíðini. Og tá tey so eru inni í sjálvum próvtøkuhølinum fara tey púrasta í svart, sigur Kristianna Mortansdóttir, ein av lestrarvegleiðarunum á Studentaskúlanum í Hoydølum.


Í fleiri ár hava lestrarvegleiðararnir í Hoydølum skipað fyri skeiði í próvtøkuótta, og soleiðis hevur eisini verið í ár.


- Hesaferð høvdu vit 21 næmingar á skeiðnum, har tey fáa góð ráð í sambandi við próvtøku og eisini nøkur ítøkilig amboð so sum andadrátsvenjingar og mátar at hugsavna seg, meðan mann er til próvtøku, sigur Annie Fjallsá, ið eisini er lestrarvegleiðari í Hoydølum.


Millum teir 21 næmingarnar, ið hesaferð vóru á skeiðnum um próvtøkuótta, vóru ongir dreingir.


- Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár. Tað tykist, sum at dreingirnir ikki halda seg framat, tá tað snýr seg um at biðja um hjálp ella fáa góð ráð. Ikki tí, teir dreingirnir, sum eisini hava próvtøkuótta, høvdu avgjørt kunna fingið góð ráð á hesum skeiðnum, sigur Annie Fjallsá.


Í morgunsendingini fortaldu Kristianna Mortansdóttir og Annie Fjallsá, hvussu næmingar, ið skulu til próvtøku, kunnu fyrireika seg á besta hátt, og hvat tú kanst gera, um tú hevur próvtøkuótta.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444