Samráðast aftur um svartkjaft í juni

Samráðast aftur um svartkjaft í juni
Samráðingarnar millum Føroyar, ES, Noregi og Ísland slitnaðu síðst í apríl, tí eingin semja fekst um býtið
 
22.05.2015 - 13:04

Samráðingarnar millum strandalondini um býtið av svartkjaftinum verða tiknar upp aftur 9. juni. 

Samráðingarnar millum Føroyar, ES, Noregi og Ísland slitnaðu síðst í apríl, tí eingin semja fekst um býtið. 

Føroyski formanskapurin hevur nú boðið hinum strandalondunum til nýggjar samráðingar. Tær vera í Edinburgh í Skotlandi frá 9. til 11. juni, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. 

Umframt strandalondini eru eisini Grønland og Russland boðin við sum eygleiðaralond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781