Útflutningurin 180 mió. størri enn innflutningurin

Útflutningurin 180 mió. størri enn innflutningurin
Botnfiskur og uppsjóvarfiskur gjørdu, at útflutningsvirðið vaks fyrsta ársfjórðing
Samanumtikið er útflutt fyri 130 mió. kr. meira av uppsjóvarfiski í ár
 
22.05.2015 - 14:42

Føroyar útfluttu fyri slakar 180 milliónir krónur meira enn innflutt varð fyri í fyrsta ársfjórðingi í ár, vísa hagtøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt í vikuni.

Útflutt varð fyri eina milliard og 418 mió. kr., sum eru 12 prosent meira enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør. 

Innflutt varð fyri eina milliard og 242 mió. kr., sum eru trý prosent minni enn í fjør. 

Botnfiskur og uppsjóvarfiskur gjørdu, at útflutningsvirðið vaks í ár. 

Útflutt er fyri næstan hundrað milliónir krónur meira av toski í ár enn í fjør. Og nógv meira makrelur er eisini seldur í ár. Samanumtikið er útflutt fyri 130 mió. kr. meira av uppsjóvarfiski í ár.

Men laksurin er minkaður nógv. Kanska er hetta tí, heldur Hagstovan, at nógv varð útflutt í seinasta ársfjórðingi í fjør, tí eftirspurningurin var stórur í Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723