- Tíðindi, mentan og ítróttur
Konni Kass vann Sement 2015
-- og vinnarin av Sement finaluni 2015 er..... Konni Kass!
Hetta gjørdist greitt ein góðan tíma, eftir at síðsti bólkurin hevði verið á pallinum. Ósemjan valdaði millum dómararnar, og tað var soleiðis, at eingin av teimum var samdur um, hvør skuldi fara við fyrstaplássinum. Allir høvdu hvør sítt boð upp á ein vinnara, men tá alt kom til alt, blivu teir samdir um, at Konni saman við bólki sínum hevði allan pakkan og var rætti vinnarin.
- Tað er ordiliga stuttligt at hava vunnið, kenslan er ordiliga góð. Hetta er ein pallur fyri nýggjar tónleikarar, og at vinna tað er fantastiskt! Og so sleppur mann eisini at spæla við nógvum góðum bólkum, sigur ein fegin Konni stutt eftir stóra heiðurin.
Annað plássið fór til Sissal, og triðja plássið fingu Iron Lungs. G! festivalurin slapp eins og í fjør at velja ein av finalistunum til at framføra á G! í summar. Hendan heiðurin fekk Sissal.
Bartal Augustinussen, fyriskipari av Sement, handaði Konni vinningin og blómur
Høgt støði, og Konni er klár at fara í studio
Hóast ósemju kundu teir tríggir dómararnir, Jensina Olsen, Kristoffur Mørkere og Eyðfinn Jensen, semjast um tey trý fyrstu plássini. Hví tað akkurát skuldi vera Konni, sum vann, er tí, hon er tann mest gjøgnumførdi artisturin, sum er klár at fara víðari við sínum tónleiki.
- Grundin, til vit valdu Konni, er, tí hon hevur so ræðuliga nógv. Hon er klár beint nú til at fara í gongd. Hon spælir saxofon, guitar, og hon syngur. Vit merktu hana á pallinum, og hon gav seg so nógv, serliga í endanum – ikki tí hinir ikki gjørdu tað, sigur ein hugtikin Jensina Olsen um vinnaran.
Tað var so tætt í ár, at allir dómararnir høvdu sett X á hvør sín vinnara. Uppi á í backstagerúminum sótu tey og kjakaðust aftur og fram í ein tíma, hvørt tað skuldi vera Iron Lungs, Sissal ella Konni, ið skuldi vinna.
- Støðið hevur verið ordiliga høgt í ár. Nummar eitt, tvey og trý vóru ordiliga jøvn og í mun til í fjør, so var støðið hægri í ár. Konni er tann, sum er mest klár til at fara í studio nú, sigur Kristoffer Mørkere, dómari.
Uttan orkestur – tað ger ikki mun
Tað, sum vigar mest í dømingini, er artisturin í sær sjálvum. Framførslan, vokalurin, samanspælið í bólkinum, lagskrivingin – alt hetta skal ganga upp í eina hægri eind, og tað gjørdi tað hjá Konni, meta dómararnir.
Les eisini: Sement finalisturin: Konni Kass
- Konni kann stilla seg á hornið í gamla bókahandlinum uttan guitar og syngja, soleiðis at fólk høvdu steðgað. Hon behøvist ikki eitt orkestur, hon hevur so ræðuliga nógv. Fyristilla tær, um hon fekk ein heilan tíma at útvíðka seg í? Hon er ein heilur artistur, pissi dugnalig, sigur ein hugtikin Jensina Olsen.
Fer at innspæla okkurt skjótt
Konni er 24 ára gomul og er úr Havn. Hon lesur í løtuni til lækna í Danmark, men tað skal ikki standa í vegin fyri tónleikinum, sigur hon. Hon hevur vunnið ein plátusáttmála við Studio Bloch á 17.000 kr, og hetta ætlar hon sær at gagnnýta. Við í vinninginum var eisini kjansurin at sleppa at spæla við Múrin í summar, so Konni verður at hoyra við Múrin.
- Eg fari at innspæla okkurt, tað verður skjótt! Beint nú er tað tónleikur innan fyri nærmastu framtíð. Eg veit ikki, hvussu tað verður við lesnaðinum, men eg fari at royna at kombinera tað, sigur ein glað Konni.
Tónleikararnir í bólkinum annars eru Per I. Højgaard á trummum, Torleik Mortensen á bass og Knút Háberg Eysturstein á keys.
Röddin ynskir Konni Kass hjartaliga til lukku við fyrsta plássinum, og vit gleða okkum at hoyra meira frá Konni!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |