Festipulja kann fíggja nýmótans fjós

Festipulja kann fíggja nýmótans fjós
Umleggingin krevur nógvan pening, og ætlanin er at lata 50 prosent í stuðli til fjós
 
26.05.2015 - 09:07

Nú ber til at fáa fígging úr felags festipuljuni til nýtmótans fjós.

Lógin um Búnaðargrunnin er broytt. 

Sambært viðmerkingunum hjá Fiskimálaráðnum um uppskotið eru longu nú, felags festipuljan hevur virkað í fýra ár, pengar tøkir til fleiri fjós, har neytini ganga leys. 

28 fjós eru í Føroyum, bara trý teirra eru fjós, har sum neytini ganga leys. Øll hini eru básafjós, og tey eru harafturat gomul.

Fiskimálaráðið skrivar, at umleggingin frá básafjósum til nýmótans fjós krevur nógvan kapital, sum í stóran mun verður at útvega sum lán og stuðul úr felags festipuljuni.

Ætlanin er at lata 50 prosent í stuðli til fjós.  

Búnaðargrunnurin veit um ítøkiligar ætlanir um at byggja tvey fjós, um fígging fæst úr grunninum. Ætlanir eru eisini um onnur fjós, men tær eru ikki so ítøkiligar enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025