Onkologur á Landssjúkrahúsinum hvørja viku

Onkologur á Landssjúkrahúsinum hvørja viku
Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið hava gjørt avtalu á krabbameinsøkinum. Sjúklingar fáa viðtalutíð um eftirkanning í næstum
 
26.05.2015 - 09:47

Onkologur - krabbameinsfrøðingur - verður á Landssjúkrahúsinum hvørja viku eftir ætlan í heyst.

Tað upplýsir Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Jónu Mariusardóttir Mortensen, tingkvinnu, sum hevur spurt um eftirkanning fyri bróstkrabba.

Karsten Hansen sigur, at arbeitt hevur verið við at fáa krabbameinsfrøðingar á sjúkrahúsinum í Lund at koma oftari á Landssjúkrahúsið, og tað hevur eydnast eitt tíðarskeið í summar og heyst. 

Avtala við Ríkissjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið hevur fyri stuttum fingið avtalu í lag við Ríkissjúkrahúsið á onkologiska økinum, og so skjótt hon er sett í verk - eftir ætlan í heyst - verða krabbameinsfrøðingar á Landssjúkrahúsinum hvørja viku.

Jóna Mariusardóttir Mortensen spurdi eisini, nær skipanin um eftirkanning av kvinnum, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, fer at virka aftur.

Karsten Hansen sigur, at Landssjúkrahúsið hevur lagt eina ætlan fyri sjúklingar, sum ikki høvdu fingið nýggja tíð, tá ein yvirlækni á Medisinska deplinum fór frá fyri aldur herfyri. 

Fáa innkalling

Tær, sum eru komnar stytst, hava fingið viðtalutíð fyrst, og tær, sum eru komnar til 6-9 ár uttan tekin um afturstig, og sambært serfrøðini kunnu bíða í ein til hálvan annan mánað, hava fingið fráboðan um tað, so tær ikki skulu kenna seg ótryggar um bíðitíðina.

Hesir sjúklingarnir fáa viðtalutíð um eftirkanning í næstum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576