Helt ikki tað hendi mær

26.05.2015 - 11:52
Lívsstílur
Helt ikki tað hendi mær
- Hóast eg gekk nógv í solarium, var krabbamein ongantíð í mínum tonkum. Eg var jú ung og frísk, sigur Manja Johansen, ið fekk móðurmerkjakrabba

- Tú kanst siga, at eg hevði sjálv skyldina í, at eg fekk krabbamein.


Orðini eigur 24 ára gamla Manja Johansen av Tvøroyri.


Fyri sjey árum síðani fekk hon staðfest móðurmerkjakrabba, og sambært læknunum er eingin ivi um, hví hon fekk hetta slagið av krabbameini.


- Allir teir læknarnir, sum eg havi verið hjá siga, at mongu túrarnir undir solariumsól, eru orsøkin til at eg fekk móðurmerkjakrabba, sigur Manja Johansen, og vísir á, at sum tannáringur plagdi hon at taka sól eini fimm ferðir um vikuna.


- Tað var modernað, og serliga var tað í sambandi við eitt nú flogbóltskappingar, at tað var umráðandi at vera brún, sigur Manja Johansen.


Eftir at krabbameini varð staðfest, bleiv Manja Johansen send til Danmarkar, har alt móðurmerkið og eitt sindur av húðini rundan um bleiv tikið burtur. Í dag er hon frísk.


- Eg hevði ikki funnið upp á at lagt meg undir eina solariumsól í dag, og eg viðmæli ongum at brúka solariumsól, sigur Manja Johansen.


Í sambandi við prát um solariumlógina, ið bleiv samtykt fyri skjótt tveimum vikum síðani, fortaldi Manja Johansen, hvussu hon hevur upplivað at fáa móðurmerkjakrabba av ov nógvari solariumsól.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444