KOKS er ikki komið á mál

26.05.2015 - 14:54
Lívsstílur
KOKS er ikki komið á mál
Matstovan KOKS merkir ágóðan at vera besta matstovan í norðurlondum. Áhugin fyri bæði at eta á KOKS og arbeiða har er vaksandi, sigur høvuðskokkurin

Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, ásannar at heiðurin í farnu viku hevur havt jaligan týdning við sær fyri KOKS.  Hann leggur tó afturat, at áhugin at eta á KOKS yvirhøvur er størri í ár í mun til í fjør.

Millum annað hevur New York times hevur skrivað um KOKS, og Poul Andrias heldur at tað má vera orøkin til at fleiri enn 100 amerikanarar hava bílagt borð í summar.

Vilja arbeiða ókeypis

Tað er ikki bert áhugin at eta á KOKS sum er vaksandi, men eisini áhugin at arbeiða ókeypis.
At arbeiða ókeypis og bert fáa eina váttan fyri at man hevur arbeitt á eini viðurkendari matstovu, kenna vit frá stóru matstovunum, sum NOMA og Geranium. 


Men hetta er nú eisini veruleiki í føroyum. Fólk úr øllum heiminum bjóða seg fram at arbeiða á KOKS sigur Poul Andrias. Hóast at tað lønar seg fyri KOKS at fólk tíma at arbeiða ókeypis í eitt tíðarskeið gevur eisini KOKS eina holla vitan og upplivingar júst tí at fólkini eru úr so ymiskum londum. 

Bleiv høvuðskokkur sum 23 ára gomul

Eg mátti líka hugsa meg um, tí at familjan hjá mær og eg búðu í Danmark, men innast inni hevði longu avgjørt at taka av.
Soleiðis sigur nú 25 ára gamli havnamaðurin, sum byrjaði í matstovuvinnuni, sum pitsakokkur hjá Pizza 67.

Hann bjóða seg síðani fram sum lærlingur hjá Leif Sørensen, sum tá átti matstovuna, Gourmet. Leif tók Poul Andrias í læru og tí hevur Poul Andrias arbeitt í tøttum samtarvi við stovnaran á KOKS, Leif Sørensen, øll árini. 
Tí var Poul Andrias ivaleyst rætti maðurin at taka yvir tá Leif Sørensen og Hotel Føroyar slitu samstarvið.

 

 



Hoyr samrøðuna við 25 ára gamla høvuðskokkin á KOKS, Poul Andrias Ziska

 
Er kopiera

Sí eisini

16.10.13
15273
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400