Umhugsa at flyta musikkskúlan á Skálatrøð

Umhugsa at flyta musikkskúlan á Skálatrøð
Í morgin verður umrøtt, um musikkskúlin í Havn skal flytast av Landavegnum á Skálatrøð, har Tjóðpallur skal byggjast
Stórur tørvur er á nýggjum hølum til musikkskúla í Havn
 
28.05.2015 - 15:34

Hóast Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja musikkskúlan við Landavegin, so eru røddir frammi um, at tað kanska hevði verið betri at bygt skúlan á Skálatrøð, har Tjóðpallurin skal byggjast.

Tað er landið, sum skal byggja Tjóðpallin, men kommunan skal byggja musikkskúlan.

Fundur í morgin

Í morgin verður fundur millum partar av býráðnum í Havn og umboð fyri musikkskúlan. Har verður umrøtt, um tað hevði verið betri at flutt musikkskúlan av Landavegnum og oman á Skálatrøð.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu sigur, at fundurin í morgin er óformligur, og at hugskotið um at flyta musikkskúlan verður umrøtt.

Hon sigur, at uppskotið at byggja musikkskúlan við Landavegin er klárt, og arbeiðið kann byrja.

Men hon sigur samstundis, at tá býráðið samtykti at flyta musikkskúlan út á Landavegin, var ikki endalig avgerð tikin um at byggja Tjóðpallin á Skálatrøð. Tað er tað nú, og tí er vert at umrøða, um musikkskúlin liggur betri á Skálatrøð, við síðuna av Tjóðpallinum, heldur enn við Landavegin.

Vendist ikki aftur

Tí er arbeiðið við at byggja musikkskúlan við Landavegin fyrst byrjað, so vendist ikki aftur.

Tað er tey viðurskiftini ,sum skulu umrøðast á fundinum við umboð fyri musikkskúlan í morgin, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776