- Útlitini eru bjørt

02.06.2015 - 12:22
ÍtrótturFótbóltur
- Útlitini eru bjørt
Lars Olsen heldur, at pílarnir peika rætt í føroyskum fótbólti, og at yngru spælararnir hava tann rætta hugburðin

Lars Olsen er 54 ára gamal. Hann tók við sum venjari hjá føroyska landsliðnum í 2011, og nú um dagarnar longdi hann sáttmálan við FSF í fýra ár aftrat.

Venjarayrkisleiðin byrjaði í Randers í 2003. Við honum á odda spældi liðið seg upp í bestu deildinu - superliguna. Í 2006 vann Randers donsku steypakappingina, og sama ár var Lars Olsen kosin ársins fótbóltsvenjari í Danmark.

Árini frá 2007 til 2010 stjórnaði Lars Olsen Odense-felagnum OB í fremstu donsku deildini. Lars Olsen er annars best kendur sum spælari.

Lars Olsen var liðskipari og verjuskanski á frálíka Brøndby-liðnum seinnu 80-árini. Við teimum vann hann danska meistaraheitið seks ferðir.

Í 1988 var Lars Olsen kosin ársins spælari í Danmark. Lars Olsen spældi í alt 84 dystir á danska landsliðnum frá 1986 til 1996 - 69 ferðir sum liðskipari, og tað er met.

Glæsiligasta løtan var EM-sigurin í 1992. Í nøkur ár spældi Lars Olsen sum yrkisspælari uttanlands; eitt ár var hann í Trabzonspor í Turkalandi og vann steypakappingina í 1992.

Seinni var hann nøkur ár í Sveis, fyrst Seraing og seinni í Basel. Lars Olsen er føddur og uppvaksin í Glostrup í vesturútryðjuni í Keypmannahavn. Hann er gestur í Stafettini hesaferð.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444