Tað er søga at ræna lomvigaregg

02.06.2015 - 12:46
Lívsstílur
Tað er søga at ræna lomvigaregg
Fyrr var vanligt í Skúgvi at ræna lomvigaregg fyrst í juni, men í dag er hetta søga, tí lítið og onki er til av lomviga í Skúvoy

- Vit rændu fyri seinastu ferð fyrst í 90unum, sigur Tummas Frank Joensen í Skúvoy.

Aðrenn tað, var tað vanligt at ræna lomvigaregg í Skúvoy, og í miðal vóru eini 15000 egg rænd um árið.

- Eitt tað mesta sum eg veit um, vóru eini 35000 lomvigaregg rænd tað eina árið, sigur Tummas Frank. Men hann heldur ikki, at tað er orsaka av ræningini, at fuglurin er minkaður í oynni, men heldur tað, at føðin hevur svikið.

 

Rovfuglur tekur nógvan fugl

Umframt at lítið hevur verið til av føði til fuglin, tekur rovfuglurin eisini nógvan fugl.

- Skúgvur tekur eini 200 lundar um dagin, men teir eru ein nattúrligur partur av oynni, sigur Tummas Frank, so hann heldur ikki at rovfuglurin er orsøkin til minkingina.

 

Vanligt at eta lomvigaregg fyrr

Lomvigaregg var ein vanligur partur av húsarhaldinum í Skúvoy fyrr. Eggini vóru saltaði í tunnur og hildu sær í ein heilan vetur. So tey sum høvdu nokk av eggum, høvdu egg til húsarhaldið alt árið.

- Vanligt var, at kvinnurnar høvdu bakað pannukøkur av lomvigareggum frá árinum fyri, at geva monnunum tá ið teir komu aftur frá ræningini, sigur Tummas Frank.

Hann hevði ikki sæð fyri sær, at hann ikki fór at eiga fugl í boksini, tí ov lítið var til av honum, men tað er veruleikin í dag.

Lurta eftir samrøðuni við Tummas Frank Joensen í Skúgvi her:

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV