Strandarlondini samráðast um norðhavssild í London

Strandarlondini samráðast um norðhavssild í London
Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland samráðast á NEAFC-høvuðsborgini í London, og tær halda fram í morgin
 
03.06.2015 - 14:15

Á seinasta samráðingarfundi um norðhavssild, sum var í januar, eydnaðist ikki strandarlondunum at semjast um býtið fyri 2015, og tí skipa londini fiskiskapin hvør í sínum lagi í ár. 

Sostatt snúgva samráðingarnar í dag og í morgin seg um býtið fyri 2016 og næstu árini. 

Noreg hevur formansskapin fyri samráðingunum um norðhavssild fyri 2016. Umframt tey fimm strandalondini er Grønland við á fundinum sum eygleiðaraland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401