Ráðstevna um arbeiðsmarknaðir í útjaðaranum

Ráðstevna um arbeiðsmarknaðir í útjaðaranum
Inntøkurnar hjá fólki, sum búgva í útjaðarum, eiga ikki at vera nógv minni enn hjá teimum, sum búgva í býunum
 
05.06.2015 - 08:26

Tað er endamálið í Norðurlondunum, men tað setur stór krøv til búskaparpolitikkin og arbeiðsmarknaðin í útjaðaraøkinum.

26. august verður ráðstevna í Havn undir heitinum "Hvussu tryggja vit burðardyggar arbeiðsmarknaðir í norðurlendska útjaðaranum?"

Vinnumálaráðið og danska Arbeiðsmálaráðið skipa fyri ráðstevnuni.

Ráðstevna fyri øll

Ráðstevnan er ætlað politikarum, embætisfólki, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, granskarum, fyritøkum og øðrum áhugaðum í øllum Norðurlondum.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setur ráðstevnuna.

Fólk úr Danmark, Íslandi, Álandi, Noregi og Føroyum fara at halda fyrilestrar um arbeiði í útjaðaranum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360