UNESCO sáttmálin um siðaarv í gildi í Føroyum

UNESCO sáttmálin um siðaarv í gildi í Føroyum
Føroyska UNESCO nevndin hevur í gjár handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni , áheitan um at fáa UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi settan í gildi
 
05.06.2015 - 09:26

Siðaarvur er siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapir, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, sum er viðurkent av samfelag, bólki og í einstøkum føri einstaklingum.

Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, virking av ull og siðir, ið eru knýttur at føroyska matinum, eru dømi um siðaarv føroyinga. 

Føroyskt bátasmíð

Við at taka undir við sáttmálanum binda Føroyar seg til at seta í verk skipanir og tiltøk, ið eru við til at fáa vitan um og kunnleikan til siðaarvin bornan víðari til komandi ættarlið. 

- Siðaarvurin er týðandi partur av føroyska mentanararvinum, og vit hava støðugt umrøtt, hvussu eitt nú føroyskum bátasmíði kann vera lív lagað, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í tíðindaskrivi. 

Tiltøkini í sáttmálanum fevna um skráseting, gransking og útbúgving umframt at skapa karmar fyri, at siðaarvurin hevur sítt livandi virki í samfelagnum.

Varðveita siðaarvin

Hini Norðanlondini hava tikið undir við sáttmálanum um verju av siðaarvinum.

Nevndin metir, at UNESCO sáttmálin er eitt týðandi amboð, tá tað ræður um vernd av og virðing fyri siðaarvi mannaættarinnar.

Føroyska UNESCO nevndin vil tí mæla til, at tikið verður undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi frá 2003, skrivar mentamálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290