Avstralia sendir bátaflóttafólk til Kambodja

Avstralia sendir bátaflóttafólk til Kambodja
Umstríddi flóttafólkapolitikkurin í Avstralia, sum skal halda flóttafólki uttanfyri landið, er nú av álvara settur í verk
 
05.06.2015 - 09:34

Tríggir iranar og ein persónur úr Myanmar, sum hava søkt um friðskjól í Avstralia, komu í dag til høvuðsstaðin í Kambodja, Phnom Penh.

Hesi eru fyrstu fólkini, sum koma til Kambodja, eftir at stjórnin í fjør gjørdi politiska avtalu við Avstralia, sum merkir, at bátaflóttafólk, sum fáa friðskjól í Avstralia, skulu sendast til Kambodja at búgva.

ST ónøgt við politikkin

Avstralia rindar fátæka landinum umleið 200 miljónir krónur um árið fyri at veita flóttafólkum varðandi uppihaldsloyvi. 

ST hevur hvassliga funnist at avstralska flóttafólkapolitikkinum.

Men konservativa stjórnin í Canberra tvíheldur um skipanina, sum hevur víst seg at rigga væl til at halda flóttafólkum burtur frá avstalsku strondini.

Varðhaldsmiðstøðir

Flóttafólkini eru heldur ikki væl komin til Avstralia, meðan umsóknin um friðskjól verður viðgjørd. Landið hevur gjørt avtalu við Papua Ný Guinea og oyggjastatin, Naura, um at skipa fyri og reka varðhaldsmiðstøðirnar, áðrenn flóttafólkini fáa noktað friðskjól ella verða send til Kambodja.

Teir fýra persónarnir, sum komu til Kambodja, eru fyrstir av 1.200 flóttafólkum, sum halda til í varðhaldsmiðstøðum.

Í stríð við samtyktir

Fleiri leiðarar í Evropa, teirra millum danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, hevur víst avstalsku skipani frá sær, tí hon stríðir móti altjóða samtyktum.

Amnesty International finst eisini hvassliga at skipanini, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115