Klumman: Menn við skeggi

Klumman: Menn við skeggi
Næstan allir modernaðir menn síggja út sum nývaknaðir víkingar við Mads Nørgaard glasuri, heldur Kára Bjarnadóttir Jakobsen, sum hevur skrivað klummu um menn við skeggi
05.06.2015 - 14:15

Tað er næstan tað sama. Eg gangi runt í SMS og hyggi eftir fólkunum, ja, faktiskt monnunum, sum eg gangi framvið. Tað er næstan tað sama sum fyrr. Men tó ikki heilt. Mótin er broyttur, ella tað er við at vera eitt sindur síðani.

Mótin broytist allatíð, men hesa ferð er hann nokk so hugtakandi – ella tað haldi eg í øllum førum.

 

Næstan allir ungir menn, eg gangi framvið, hava skegg. Summir hava langar stubbar, summir hava bara ordiliga langt og tjúkt skegg og aðrir, har vøksturin ikki er, sum hann skal vera, hava nøkur fá hár her og har. So eru tað nakrir fáir, sum hava eina sokallaða skeggfrisuru: Ein lítlan klatt oman eftir høkuni, sum flytist í takt við paraverbala valsin, ið kemur streymandi út úr munninum, ja, ein lítil strimmil oman eftir høkuni, sum faktiskt ikki ordiliga gevur meining. Og so er tað yvirskeggið, sjálvt um vit langt síðan eru farin forbí novembur mánað. Harafturat eru eisini summir við tveimum skeggstrípum oman eftir kjálkabeinunum – eitt skegg, sum ordiliga innrammar andlitið. Tað sær faktiskt eitt sindur arabiskt út.

Tað eru nógv ymisk sløg. Sumt er pent, okkurt annað er ræðuliga ljótt.

 

Eitt er tað, at tað er modernað, og at næstan allir menn rigga betri við eitt sindur av skeggi – soleiðis er tað bara! Men liggur nakað annað í hesum skeggmótanum? Kanska mann roynir at vakja sín innara víking, sum hevur ligið og snork sovið í 1000 ár. Kanska.

Tað er í øllum førum eitt ella annað víkingasligt yvir tí. Tað er ikki tí, at teir ganga víkingasligt ílætnir – tað gera teir so avgjørt ikki. Uttan so at mann heldur, at strammar, penar cowbybuksur og Mads Nørgaard cardigans við fittum, smáum og elskuligum boblum á eru víkingasligar. Summir royna tó at lata seg í onkran ráan jakka og í boots við leysum lissum, og har tungan næstan røkkur niður á blanka flísagólvið. Gott hann gongur í SMS og ikki á einum molduttum víkingavígvølli. Har høvdu longu, leysu lissurnar helst avgjørt bardagan og landamørkini.

 

Tað er hugtakandi, hvussu ymisk skegg kunnu vera. Okkurt situr bara sum tað skal, okkurt annað er forstýrandi og kemur við jøvnum millumbilum niður í mat og annað, har hár so avgjørt ikki er manglandi tilfarið, og summir menn hava stutt sagt einki skegg. Tað er eitt sindur synd í teimum, sum ikki kunnu fáa skegg – serliga í hesum skeggtíðum – teir verða eitt sindur útistoyttir frá hesum norðurlendska idealinum, ja, hesum norðurlendska svanaflokkinum.

 

Sjálvt um skeggið altíð er javnt, snøgt og vælprojekterað, so er tað merkiligt nokk altíð so ræðuliga tilvildarligt. Tað stuttliga er, at tá ið tú spyrt ein, sum ongantíð hevur havt ferilin av skeggstubbum, men sum nú er totalt hoppaður við upp á skeggalduna: ”Nú, tú hevur ordiliga fingið tær skegg, ha?”, ja, so svarar hann sum oftast eitt sindur mutlandi: ”Tjah, ehh, eg havi ikki havt tíð at raka mær, og…”.

Eitt er tað, at vit føroyingar altíð skulu kommentera allar útsjóndsbroytingarnar hjá hvørjum øðrum, og at tað ofta verður sagt við eitt sindur av háan og jantelóg í røddini – tað er forbanka irriterandi. Vit føroyingar eru ofta meistarar í at geva forhánislig rós. Kanska er tað tí, at vit liva við undirlutakenslum. Eg veit ikki.

 

Men tú kæri ungi maður, sum hevur fingið tær skegg ella sum roynir at fáa tær: Stand við tað. Tú riggar heilt sikkurt væl við tí!

Og tað bilar einki, um tú ikki hevur svør og skjøldur at matcha skegginum – ein iPhone, kaffelatte og sovihár er eisini heilt okay.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.