Sir Christopher Lee deyður

Sir Christopher Lee deyður
Høgt virdi sjónleikarin, ið hevur leikað nógvar av mest ikonisku skálkunum í filmssøguni, andaðist í vikuni 93 ára gamal
11.06.2015 - 13:15

Sambært bretska blaðnum The Guardian bleiv kendi sjónleikarin innlagdur á Chelsea and Westminster Hospital í London, har hann andaðist sama dag. Deyði hansara bleiv ikki alment kunngjørdur fyrr enn í dag, av tí at kona hansara, tann danska Birgit Krøncke, ynskti at familjan skuldi fáa tíðindini at vita áðrenn miðlarnir. Krøncke og Lee vóru gift í 50 ár.

 

Sir Christopher Lee gjørdist serliga kendur fyri sínar leiklutir sum skálkur í filmum og hevur m.a havt leiklutir sum Dracula, Francisco Scaramanga í Bond filminum The Man with the Golden Gun, Count Doku í Star Wars Episode II: Attack of the Clones og sum Saruman the White í The Lord of the Rings filmsrøðini.

 

Umframt at hava spælt við í nógvum filmum, so var Sir Christopher Lee eisini ein metal fjeppari og sangari og útgav fleiri fløgur. Í 2009 bleiv Lee útnevndur til riddara fyri síni mongu avrik innan sjónleik og fátækahjálp. 

 

Niðan fyri ber til at síggja nakrar av ikonisku leiklutunum hjá sjónleikaranum og at lurta eftir sanginum 'Magic of the Wizards Dream', sum hann innspældi saman við bólkinum Rhapsody of Fire:

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.