Mentanarnátt '15

Mentanarnátt '15
Í dag verður mentanin sett í brennidepilin
12.06.2015 - 18:15

Á mentanarnáttini verður mentan sett í brennidepilin samstundis sum fleiri handlar hava leingi opið.

 

Tjóðpallurin

Á Tjóðpallinum kanst tú síggja einmansleikin, Onki Orð, sum Sóleyð Danielsen spælir. Leikurin snýr seg um muslimsku gentuna, Hannah, sum verður gift burtur ímóti sínum vilja. Hannah upplivir eisini nógvar fordómar eftir 9/11 álopið, samstundis sum familjan ikki vil síggja hana, tí hon er samkynd. Hetta er seinastu ferð, at leikurin verður sýndur, og tað er ókeypis atgongd. 

 

Kennir tú Tinganes?

Kunningarstovan skipar fyri túri í gomlu bygningunum á Tinganesi. Aldargomlu húsini standa sjáldan opin, men í kvøld kl 20.00 og 21.00 hevur tú møguleikan at síggja fleiri av húsunum.

 

Landssjúkrahúsið

Á mentanarnáttini hevur tú eisini møguleika at síggja mongu gongdirnar á Landssjúkarhúsinum. Nógv geva sær ikki far um tað, men á Landssjúkrahúsinum eru tunnellirnar undir jørð meira enn ein kilometur langar tilsamans. Fleiri av tunnellunum blivu gjørdar undir krígnum, tá ið vandin fyri bumbum var stórur. Túrarnir eru kl 18.30 og 19.00.

 

Ikki tíð at keypa í dagtímunum?

Handlarnir hava leingi opið. 

 

Opera

Kl. 22.00 hevur tú møguleikan at hoyra tveir forvitnisligar, íslendskar operasangarar undir Tinghúsinum.

 

Les eisini skránna her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.