Sambandið og Javnaðarflokkurin varðveita sessirnar

Sambandið og Javnaðarflokkurin varðveita sessirnar
Nýggj veljarakanning vísir enn eina ferð óbroytta fólkatingsumboðan, men spenningur kann verða millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi
Eisini nýggjasta veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin varðveita fólkatingsessirnar
 
16.06.2015 - 17:00

Enn ein veljarakanning vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin varðveita fólkatingsessirnar.

Tríggjar kanningar eru gjørdar upp undir fólkatingsvalið hesaferð, og tær vísa allar, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna sessirnar.

Kanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, vísir, at Sambandsflokkurin fær 26,5 prosent av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin fær 22,4 prosent.

Á triðja plássi er Tjóðveldi við 20,7 prosentum.

Óvissa

Av tí at óvissan í kanningini er 2-3 prosent hvønn vegin, kann spenningur verða serliga millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Fólkaflokkurin fær sambært kanningini 16,1 prosent, Miðflokkurin 6 prosent, Framsókn 3,7 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 2,5 prosent, og Uttanflokkalistin hjá Zakariasi Wang fær 1,9 prosent. 

Veljarakanningin varð gjørd í gjárkvøldið, og 793 svaraðu.

Av teimum spurdu, søgdu góð 13 prosent seg ikki hava tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja. 

7,3 prosent svaraðu, at tey ætla sær ikki á val. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162