Samráðast aftur í morgun um griksku skuldina

Samráðast aftur í morgun um griksku skuldina
Verður eingin loysn funnin fyrrapartin, veit eingin, hvat hendir við Grikkalandi í ES
 
25.06.2015 - 08:02

Tað gongur striltið at loysa skuldarspurningin hjá Grikkalandi.

Seint í gjárkvøldið var fundur ímillum Grikkaland, Altjóða Valutagrunnin, IMF, evropeiska miðbankan og ES-nevndina í royndini at finna eina loysn. Men einki úrslit spurdist burturúr, og partarnir samdust um at fara aftur til samráðingarborðið í morgun.

Tíðin er um at renna undan Grikkalandi, tí klokkan eitt í dag skulu fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum koma saman til fundar at tosa um støðuna, áðrenn stjórnarleiðararnir í ES-londunum seinni í dag koma til Brússel á toppfund.

Alt er óvist

Verður eingin loysn funnin fyri fundin klokkan eitt millum fíggjarmálaráðharrarnar, so verður neyvan nøkur loysn funnin, og so veit eingin, hvat hendir við Grikkalandi. Kravið er framvegis, at Grikkaland skal hækka pensjónsaldurin, skerja pensjónirnar og hækka meirvirðisgjaldið.

Tað hevur landið boðið sær at gera, men uppskotið frá griksku stjórnini er ikki nóg víttfevnandi, hevur altjóða valutagrunnurin gjørt greitt.

Grikski forsætisráðharrin vildi ikki siga nakað eftir fundin í gjárkvøldið, men ein embætismaður segði, at Grikkaland heldur fast við sína støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386