Lena Andersen, Momo og Konni Kass

Lena Andersen, Momo og Konni Kass
G! festivalurin hevur lagt trý nýggj nøvn aftrat skránni
01.07.2015 - 12:00

Lena Anderssen 

Skjótt fløguaktuella Lena Anderssen verður millum nøvnini á ársins G! festivali. Hon fer á pall á G! við fullmannaðum bólki, og verður hetta einasta høvið at uppliva hana á festivali í summar.

 

Hóast Lena seinnu árini hevur verið millum bestu og best umtóktu tónleikanøvnini á føroyska tónleikapallinum, so hevur hon bert eina ferð áður spælt á festivalinum í Syðrugøtu, tað var í 2009. 

 

Lena leggur í løtuni síðstu hond á komandi fløgu sína, og fyrsta staklagið kemur áðrenn festivalin.

 

Seinasta útgávan “Letters from the Faroes” var eitt kvæði til Føroyar, men eisini til útlongsulin, ið kemur av at búgva í einum lítlum oyggjalandi. Nú kennir hon, at tíðin er búgvin at viðgera barndómin. Ein barndóm, ið var merktur av órógvi og støðugari flyting.

 

- Tá mann verður eldri, lærir mann at brúka ring barndómsminnir til okkurt konstruktivt, og nøkur løg á nýggju fløguni fara tann vegin, sigur Lena, ið gleðir seg at framføra nøkur av nýggju løgunum á G!.

 

 

Konni Kass

Konni Kass er spildur nýggj, hóast hon áður hevur vitjað á G! í fólkatónleikahøpi. Men sum solistur er tað feskt, nýtt og spennandi, Konni Kass framførir við bólki sínum á G!

 

Herfyri vann bólkurin tónleikakappingina Sement, og Konni Kass gjørdi á tann hátt veruliga innrás í tónleikatilvitskuna hjá føroyingum.

 

Bólkurin hevur Konni Kass á odda, og við sær hevur hon Knút Háberg Eysturstein á ljómborðum, Torleik Mortensen á bass og Per I. Højgaard Petersen leikar trummur. Løgini, eins og tekstin, hevur Konni skrivað, meðan bólkurin saman skapar ljóðmyndina.

 

 

Momo

Aftrat ársins skrá á G! legst eisini Momo, ið er eitt samstarv millum føroyska sangskrivaran Dánjal á Neystabø og danska noisegittarleikaran Stephan Sieben.

 

Teir kalla seg Momo eftir japanska orðinum fyri ferskur, og við at hugsa um júst eina sevjumikla fersku fært tú eina góða mynd av tónleikinum hjá Momo – njótilsi og gleði.

 

Fyrsta útgávan, sum er á veg, snýr seg eisini um frukt og er á tremur við smílandi yrkingum og løgum sum ‘Coconut Lover’, ‘Strawberry Dance’, ‘Apple Song’ og ‘A Whiter Shape of Grapes’.

 

Fyri at fáa júst tað røttu framleiðsluna, hava teir sligið seg saman við navnframa Rune Borup, ið hevur staðið fyri framleiðslu av m.a. Slowolf, I Got You On Tape og Vinnie Who.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.