Stór rokning hjá Heilsumálaráðnum í Hægstarætt

Stór rokning hjá Heilsumálaráðnum í Hægstarætt
Málið um stóru rokningina til Heilsumálaráðið fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark fer kanska í Hægstarætt
 
07.07.2015 - 12:27

Heilsumálaráðið hevur fingið loyvi frá Procesbevillingsnævnet at royna málið í Hægstarætti, tí talan um eitt prinsipielt mál.

Heilsumálaráðið hevur fingið danska advokatin Ole Spiermann at kanna, um ráðið hevur møguleika at vinna málið í Hægstarætti. 

Heldur advokaturin tað, verður málið sent Hægstarætti fríggjadagin.    

Talan er ikki bara um pengar, tí Heilsumálaráðið vil vita, hvat Hægstarættur heldur um, at ein danskur stovnur í Føroyum, Føroya Rættur, sendir fólk á sjúkrahús í Danmark uttan so frægt sum at siga føroysku heilsumyndugleikunum frá.

Føroyska heilsuverkið, sum hevur rættin at senda fólk á sjúkrahús í øðrum londum, fekk rokningina fyri sjúklingin, sum Føroya rættur sendi til Danmarkar.

Við sakarmálskostnaði í Føroya rætti og Eystari landsrætti, sum staðfesti dómin hjá Føroya rætti, er rokningin frá Region Hovedstaden farin upp um tíggju milliónir krónur. 

Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum filipinskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097