Scorpion fingið loyvi at sigla runt um Nólsoynna

Scorpion fingið loyvi at sigla runt um Nólsoynna
Skjóttgangandi báturin hevur loyvi at sigla um Nólsoynna, um ávísar treytir verða hildnar
 
07.07.2015 - 15:11

Í 2012 varð Nólsoyggin útnevnd at vera Ramsarøki, tí oyggin hevur ríkt fuglalív og heimsins størsta drunnhvítabøli. Síðani útnevningina hava Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan arbeitt við yvirskipaðari Ramsarætlan fyri Nólsoynna.

Partur av hesi ætlan er at seta krøv til sigling um Nólsoynna, tí hetta er týðandi táttur í arbeiðinum at verja fuglin.

Skjóttgangandi báturin, Scorpion, hevur loyvi at sigla um Nólsoynna, um serligu treytirnar verða hildnar, - at báturin siglir í mesta lagi 10 fj/t innan fyri 500 metrar úr Nólsoy. Og eystan fyri Nólsoynna er eitt øki, har hámarksferðin er 5 fj/t.

Loyvið er galdandi í tíðarskeiðinum 1. juli-1. september í ár.

Ramsarsáttmálin gjørdist veruleiki í 1971 og er uppkallaður eftir býnum, har sáttmálin varð tilevnaður og undirskrivaður. Í dag fevnir sáttmálin um 162 lond,  teirra millum Føroyar. 

Talan er um millumlanda sáttmála, sum áleggur kommunum at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av eitt nú fuglabjørgum, ið hava serligan týdning.

At Nólsoyggin er Ramsarøki, merkir eisini, at kommunan hevur skyldu regluliga at boða frá, hvat verður gjørt fyri at verja økið og fuglin, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV