- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis skalt tú ganga í haganum
Hóast tey flestu av okkum hava gingið í haganum, summi regluliga, so eru nógv, sum ikki vita, hvussu tey skulu bera seg at, og hvørjar reglur eru galdandi, tá tey ganga í haganum. Hetta merkir, eisini at gongutúrarnir onkuntíð kunnu vera sera skaðandi fyri djóralívið og umvhørvið í haganum. Tó eru ráð fyri tí.
Spyr um loyvi
Minnst til, at hóast hagin ikki altíð er innhegnaður, so er hann ikki tín til at gera við, sum tær lystir. Helvtin av høgunum í Føroyum eru privat ogn, og hin er almenn, men sama lógin, Girðingarlógin, er galdandi fyri bæði almenna og privata jørð. Serliga er teinurin 'Ferðsla um annans lendi' viðkomandi, tá tú fert í hagan.
Áðrenn tú fert í hagan, er tí altíð best at spyrja um loyvi fyrst. Veitst tú ikki hvør eigur hagan, so kanst tú kanna tað á heimabeiti.fo. Eisini ber til at fylgja bygdagøtunum, men góður skikkur er, at spyrja um loyvi, um tú ætlar tær út um tær.
Lat hundin vera eftir heima
Hundur kann vera skaðandi fyri djóralívið og umhvørvið í haganum, eisini um hann aktar væl. Einans tey, sum eiga seyð í haganum, hava lov at hava leysan seyðahund við sær at reka seyðin. Vilt tú hava hundin við, mást tú tí spyrja um loyvi fyrst og altíð syrgja fyri at hava hundin í bandi.
Gott at hava við tær
- Góðar skógvar
- Ryggsekk
- Heita troyggju, og regnjakka. Tú kannst bara koyra tað í ryggsekkin, um veðrið knappliga verður heitt.
- Matpakka og vatn. Men lat einki skrell ella restir liggja eftir, tí tað kann gera stóran skaða.
- Kikari er sera hentur at hava við sær, tá tú fert í hagan. Teir finnast í øllum støddum og prísum.
- GPS'arar eru sera góðir at hava og geva eina ávísa trygd, um mjørki skuldi komið á. Sært tú eitthvørt forvitnisligt í haganum, kanst tú við GPS'ara neyvt goyma støð, sum tú so kanst vitja aftur.
Lat fuglin fáa frið
Kemur tú fram á reiður ella á fugl, sum fer at leika í, er best at sleppa tær burtur skjótast gjørligt. Tú kanst gott steðga á einaløtu fyri at taka myndir, men nem ongantíð við ungar ella egg. Longri tú ert hjá einum reiðri, størri er kjansurin fyri at ein kráka ella mási fær eyga á tað, og at egg og ungar verða rænd. Skjótari tú fert avstað, skjótari sleppur fuglurin á aftur at bøla. Um eggini kølna, tí bøðan ikki sleppur aftur á reiðrið, kunnu fostrini doyggja.
Halt teg til varðagøturnar
Best er at halda teg til varðagøturnar / gomlu bygdagøturnar. Um vit ganga allastaðni og vála, so ávirkar tað gróðurin og lívið, sum finnst í haganum. Eru tit fleiri fólk, gangi so ikki eftir eini langari slangu í haganum, tí at fuglurin torir ikki at koma aftur til reiðrið, fyrr enn øll eru farin framvið. Best er, um fólk ganga so tætt saman sum gjørligt, og at tey, sum hava tyngst við at ganga, ganga fremst, so at gonguferðin hjá ferðaliðnum er líka.
Ikki heinta blómur
Hóast ein fjallablóma kundi verið vøkur at havt í urtagarðinum, so er als ikki víst at hon fer at trívast har, tí nógvar liva bert uppi í hæddunum, og undir serligum umstøðum. Nógvar plantur í haganum friðaðar. Tað er til dømis ólógligt at heinta orkidéir so sum børkubónda, sum vaksa nógvastaðni í haganum. Nógvar blómur eru sera sjáldsamar, so um tú sært vakrar blómur, tak so heldur eina mynd og lat tær fáa frið.
Fram um alt, njót tað
Tá tú ert úti í haganum, ert tú mitt í náttúruni og langt burtur frá dagsins strevi og stúran. Tað er tí ein gyltur møguleiki at steðga á, slappa av og anda. Lat strongdina liggja eftir og uppliv náttúruna, sum hon er, uttan instagram filtur og soundtrack. Upplivingin verður enn ríkari, um tú lesur eitt sindur um djóra og plantusløg, sum eru í Føroyum, áðrenn túrin, so tú kennir tað aftur, tá tú fert í hagan. Á tann hátt lærir tú at lesa náttúruna betri og betri, og uppliviingin verður ríkari hvørjaferð.
Vilt tú vita meiri og samskifta um føroysku náttúruna, so ber til at fara inn á faroenature.net. Sært tú onkran fugl ella plantu, sum tú ikki kennir, kanst tú eisini spyrja teg fyri har og fáa skjótt svar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |