Soleiðis brúktu stórir leiðarar tíðina sum tannáringar

Soleiðis brúktu stórir leiðarar tíðina sum tannáringar
Hetta er uppskriftin, hvussu tú kanst gerast tann næsti stóri leiðarin
15.07.2015 - 11:45

Skrivað hevur: Karita Maria Zachariassen

 

Eg legði telduna frá mær og sløkti telefonina. Eg hevði avgjørt, at eg skuldi einki gera! Eg skuldi vera einsamøll - í einsemi! Men hetta var eg als ikki von við og visti tí ikki, hvussu eg skuldi gera. Tá ein løta var farin, gekk betur og hugflogið byrjaði at vakna. Men stutt eftir hoyrdi eg mammu mína rópa. Síðani bankaði á hurðina og pápi mín kom inn. Hann flenti eitt sindur at mær. "Nú? Mediterar tú? Mamma tín rópti á teg," segði hann og fór so út uttan at lata hurðina aftur. Aftur hoyrdi eg mammu mína rópa, og tað gekk upp fyri mær, at í dag ber neyvan til at vera einsamøll. Vit hava altíð úr at gera og løturnar í friði verða ofta brúktar á alnótini. At taka tíð fyri seg sjálvan er týdningarmikið. Eg veit í øllum førum, at fleiri av heimsins størstu leiðarum vóru og velja enn at vera nógv fyri seg sjálvar. Og tað ætli eg mær eisini at duga betur.

 

 

Nógva tíð fyri seg sjálvan

Fólk gerast ofta skelkað, tá tey hoyra, hvussu nógvar tímar stórir leiðarar brúktu einsamallir sum børn og ungir. Serliga er tíðin í einsemi týdningarmikil, tá hugsað verður um frírúmi at vera fræslur, at læra, at vera merkiligur, at ímynda sær og at droyma.

 

 

At lesa er sera (SERA) týdningarmikið

Les úr einum breiðum úrvali av teksti. Les ikki bert lættar bøkur sum Harry Potter, men eisini bøkur, sum vekja upp djúpar tankar. Les bíbliuna, koranina, aðra gudalæru, søgubøkur, ævisøgur og onnur ritsøvn. Les ikki bert tað, sum tær verður givið í skúlanum, men finn eisini tínar egnu rithøvundar. Les alfrøðisbøkur, tí tær geva eina breiða vitan. Størstu leiðararnir hava lisið nógv. Fleiri teirra hava lisið so mikið nógv, at foreldrini hava biðið teir lisið minni. Í dag eru alfrøðitekstir allastaðni á alnótini og bókasøvnum, og úrvalið er so stórt at ikki er møguligt at lesa alt á eini lívstíð, men tilfarið er nógv, so tað er at byrja beinanvegin.

 

 

Frítt spæl

Í staðin fyri at spæla spøl við reglugerðum, so spældu fleiri av stóru leiðarunum ofta frítt og frælst í kamarinum ella garðinum, har sum hugflog slapp at ráða.

 

 

Royndir

Tað er stuttligt, hvussu ofta stórir leiðarar hava brent ymiskar lutir, granskað skordýr, bygt fuglareiður og mangt annað løgið. Eg giti, at flestu teirra hava upplivað minst eitt elektriskt sjokk, um tað so var ætlað ella av óhappi.

 

 

At skapa

At lesa bøkur, hyggja eftir filmum og lurta eftir tónleiki eru góðir mátar at brúka tíðina, men tá nýtir tú bert tilfar, ið longu er skapt. Eisini er týdningarmikið at skapa sjálvur. Sjálvt um flestu av teimum stóru leiðarunum eru serliga kendir fyri teirra góða høgra-heila, so vóru teir sera kreativir og skaptu nógv sjálvir sum ungir eisini. Fleiri hava uttan iva skrivað stuttsøgur, leikir, sangir og yrkingar. Teir hava nokk málað, arbeitt við leiri, funnið uppá spøl og annað eisini.

 

 

Burtur frá sosiala trýstinum av skúla

Í skúlanum, kanska serliga í framhaldsdeildini, miðnámi ella hægri lestri er sosiala trýstið sera stórt. Fólk kappast um status og pláss, og vinarbólkarnir broytast allatíðina. Men við at brúka tíð einsamallur, fært tú luftina og rúmið, sum tær tørvar. Tíð í einsemi loyvir tær at uppliva, hvør tú veruliga ert.

 

 

Í dag er sjáldsamt at brúka tíð einsamallur

Í gjøgnum seinastu 30 árini er okkurt hent, sum hevur eggjað foreldrum at skriva børnini upp til fult av ítróttagreinum, ljóðføri, sang og annað, so tey hava nokk av møguleikum. Sjálvt um tað hevur verið gott á mangan hátt, er ein stór avleiðing tann, at børnini sleppa ikki at vera líka nógv einsamøll longur, sum tey sluppu fyrr. Tá tey síðani fáa eina løtu einsamøll, seta tey seg ofta á sosialu miðlarnar, og tí verður harðari at venda sær frá sosiala trýstinum. Tí kunnu vit heldur ikki vænta, at børnini, sum vaksa upp í dag, verða sum tey vaksnu eru nú. Ættarliðini eru ongantíð heilt líka, men øll, serliga tey, sum hava eitt gott sosialt lív, kundu brúkt eitt sindur av tíð einsamøll. So tak tær tíð at vera einsamallur - í einsemi - tað kann møguliga gera tær nógv gott í framtíðini.
 

 

kelda: time.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.