Trappan ávirkar ikki skrúðgonguna á ólavsøku

Trappan ávirkar ikki skrúðgonguna á ólavsøku
Hóast arbeiðið at gera stóru trappuna í Vágsbotni ikki verður liðugt, so verður skrúðgongan eftir sama teini.
 
17.07.2015 - 10:19

Vegurin niðan Bryggjubakka, sum er grivin upp, verður hampaður, so skrúðgongan kann fara tann vegin á veg í og úr Havnar Kirkju.

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at grundin til at tað hevur sæð ógvusligt út í Vágsbotni í seinastuni, er, at tríggjar verkætlanir hava verið í gongd í senn. Trappan, vegurin og ein privat verkætlan.

Formaðurin hevur ikki hug til at áseta dagin, tá trappan verður liðug, men tað verður einaferð eftir ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV