Ummæli: "Hetta fungerar ikki bara væl, men ordiliga væl"

Ummæli: "Hetta fungerar ikki bara væl, men ordiliga væl"
Sveimandi songkvinnan, Guðrið Hansdóttir, yvirraskaði og bergtók í gjár
17.07.2015 - 13:15

Guðrið Hansdóttir opnaði sandin

Hóast hetta ikki er fyrstu ferð, at Guðrið spælir á G!, so er tað fyrstu ferð, at eg havi upplivað hana á sandinum. Guðrið er helvtin av dynamisku duo’ini Byrta, sum hevur fingið sera góða móttøku og hevur framført stórar konsertir, har áskoðarar ganga amokk til tunga bassin, lekkru rútmurnar og blíðu røddina hjá songkvinnuni. Saman við Janusi Rasmussen og hansara livandi atferð, ið fyllir nógv á pallinum, hevur Guðrið tó onkuntíð sæð eitt sindur málplaserað út við sínum sveimandi, róligu røslum, og eg ivist í, um hon fer at megna at fylla stóra pallin og fanga fjøldina.

 

Hesa ferð framførir songkvinnan nevnliga ikki sum eina helvtin av Byrtu, men sum Guðrið Hansdóttir. Seinasta framførslan hjá henni í Gøtu var til tiltakið HOYMA, har hon, saman við Bartali Augustinussen, spældi í einum intimum umhvørvi, og eg hugsi, tá eg gangi oman á sandin, at slíkar umstøður kanska hóska betur til hana. Á pallinum, ílatin í einum einklum, men vøkrum 80’arasligum kjóla, stendur spinkla, vakra veran við milda, men standmyndarkenda mimikkinum, sum nú skal megna at finna eina karismu fram, sum kann fanga fjøldina á sandinum. 

 

 

Ein fullkomin heild

 

Til fyrsta lagið dandar Guðrið róliga aftur og fram, og mjúka røddin, hóast hon kanska ikki er ‘stór’ à la Eivør, er klár og sterk. Tað er sum aljósur dagur í Gøtu. Veðrið er stilt og vakurt, sjógvurin kínir sandinum, og fuglaljóð hoyrist í bakgrundini. Saman við tónleikinum á pallinum virkar tað sum um, at alt gongur upp í eina hægri, heilaga eind. Mín skepsis fellur meira og meira. Hetta fungerar ikki bara væl, men ordiliga væl. Umstøðurnar kundu ikki verið betri. 

 

Til lagið “Tú hevur tær dýrastu perlurnar” byrjar Guðrið veruliga at lívgast. Lagið er eitt sindur meira rútmiskt. Guðrið smílist og rørir seg meira. Hon er als ikki passiv, men hevur gott samband við fjøldina og biður tey koma longur fram til pallin. Konsertin er sum heild sera væl uppbygd, og skiftið ímillum lívlig og still løg ger, at áhugin hjá fjøldini ongantíð hvørvur.

 

 

 

Nøgdir áskoðarar

“Spæl morgun í mars!” rópar onkur eitt sindur seinni, tá Guðrið er liðug at spæla eitt lag, og svarið ljóðar: “Tað var faktiskt akkurát tann, sum eg ætlaði at spæla nú!”  Áskoðararnir syngja glaðir við til kenda sangin. Hýrurin er góður og fólk, undantikið tey fáu, sum longu hava fingið ov nógv at drekka, fylgja væl við. Eg hyggi aftur um meg og síggi, at sandurin nú er fyltur við dandandi fólki. Tá lagið er liðugt, tykjast tey væl nøgd, sum eitt kirkjulið eftir eina ordiliga góða talu.

 

 

“Ha? Er hon longu liðug at spæla?” sigur ein syrgin festivalgestur kl. 20.45, tá Guðrið takkar fyri seg. Tíðin er flogin avstað, og vit hava notið hana. Tað er ikki eina helvtin av Byrtu, ið stendur á pallinum, tað er Guðrið Hansdóttir, og hon stendur sterk.

 

Framførslan fær 6 út av 6 møguligum R'um


Myndir: ©Tróndur Dalsgarð

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.