Til Miðeysturs at greiða frá kjarnorkuavtaluni

Til Miðeysturs at greiða frá kjarnorkuavtaluni
Amerikanarar royna at sannføra Ísrael og Saudi Arabia um, at avtalan við Iran er rætti politikkurin.
Mikudagin var avtalan gjørd við Iran
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2015 - 11:46


Amerikanski verjumálaráðharrin, Ashton Carter, er farin til Miðeysturs at tosa um avtaluna, sum kjarnorkuveldini og Týskland hava gjørt við Iran um, at landið ikki skal menna kjarnorkuvápn.

Í dag fer Ashton Carter at hava fund við ísraelsku stjórnina, og síðani fer verjumálaráðharrin til Saudi Arabia, har ótryggleikin um avtaluna eisini er stórur, hóast landið sigur seg taka undir við henni.

"Søguligt mistak"

Tá avtalan millum Iran og kjarnorkuveldini varð gjørd mikudagin, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, um hana, at talan var um eitt søguligt mistak, sum fór at gera tað lættari hjá Iran at stuðla teimum, ið taka undir við sjónarmiðum teirra viðgongdu í Miðeystri.

Stuðul Irans heldur fram

Orð ísraelska forsætisráðharrans styrktust av, at ovasti átrúnaðarleiðari Irans, Ali Khamenei, ayatollah, aftaná avtaluna segði, at Iran fer at halda fram at stuðla fólkinum í Palestina, Libanon, Sýria, Irak, Yemen og Bahrain.

Á ferð síni í Miðeystri skal amerikanski forsætisráðharrin eisini til Jordan at tingast um, hvussu hernaðarligi Islamski staturin skal basast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375