Innbrot í læknaviðtaluhøli í Kollafirði

Innbrot í læknaviðtaluhøli í Kollafirði
Ógreitt er, hvussu nógvan heilivág tjóvurin hevur tikið við sær
 
19.07.2015 - 17:21

Samdøgursfrágreiðingin hjá løgregluni: 


G-festivalurin hevur verið um vikuskiftið men tað hevur ikki nervað løgregluna.

Á løgreglustøðini í Havn siga tey, at samanumtikið hevur verið minni at gjørt hetta vikuskifti, enn vanlig vikuskifti.

Vandamikil parkering

Næstsíðstu nátt var neyðugt at flyta persónbil, sum stóð parkeraður úti í vegjaðaranum á Gøtueiði. Hildið var, at bilurin var til ampa fyri ferðsluna. 

Roynt varð at fáa fatur á eigaranum, men tað eydnaðist ikki. Tí var neyðugt at senda boð eftir serútgjørdum kranabili til at flyta bilin. Og tað verður eigarin av persónbilinum, sum fær rokningar fyri tað arbeiðið.

Boðað var frá bardaga á tjaldingarøkinum í Norðragøtu, men áðrenn løgreglan náddi at koma á staðið, høvdu fólk skilt báðar menninar sundur, og teir vórðu sissaðir aftur.

Dottin fimm metrar oman

Í gjárkvøldið fekk alarmsentralurin fráboðan um, at 10 ára gamal drongur var dottin fimm metrar niður á hellu nærindis svimjihylinum í Mykinesi, og at drongurin hevði fingið skaða í høvdið. 

Hann varð fluttur við tyrlu til Landssjúkrahúsið til kanningar. 

Innbrot í læknaviðtaluhøli

Í nátt hevur onkur brotið inn í læknaviðtaluhølini í Kollafirði. Ókend nøgd av heilivági er stolin. Brotið er inn gjøgnum bakdyrnar.

Vakthavandi á løgreglustøðini, Ingmar Hammer, sigur, at í løtuni verða kanningar gjørdar, tí er lítið at siga um málið nú.

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava við innbrotið at gera. Løgreglan hevur tlf. nr. 351448.

Gott vaktarhald á festivalum

Ingmar Hammer sigur tó, at samanumtikið hevur tað verið stak friðarligt vikuskifti. 

- Orsøkin til friðarliga vikuskiftið kann verða, at kravið til tey, sum skipa fyri festivalum, er, at so mikið nógv vaktarfólk skulu vera, at tey sjálv kunnu klára balladurnar. Umframt nógv vaktarfólk eru eisini Samarittar hjá ReyðaKrossi Føroyar, sum taka sær av eitt nú fullum fólki, sigur Ingmar Hammer, vakthavandi á politistøðini í Havn 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926