- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um mánin einans var eitt pixel
Øll vita, at sólskipanin er stór. Men tað er kanska at gera ov lítið av. Hon er ikki bara stór, hon er gigantisk. Tá vit hyggja eftir kortum av okkara sólskipan, so er ofta ein faktorur, sum manglar, nemliga rúmd.
Tá amerikanski teknarin Josh Worth royndi at greiða fimm ára gomlu dóttur síni frá, júst hvussu fjart frá hvørjum øðrum alt í sólskipanini er, skilti hann knappliga, at hann sjálvur ikki visti nakað serligt um fjarstøðuna millum gongustjørnurnar.
Í samrøðu við blaðið The Verge greiðir Josh frá, at myndirnar, ið vit síggja í skúlabókum og á plakatum, eru eitt sindur villleiðandi, tí at tær ikki lýsa fjarstøðuna og tómleikan í rúmdini nóg væl.
Fyri at lýsa støddina á okkara sólskipan betri, valdi Josh at skapa eitt interaktivt kort, har eitt pixel svarar til støddina á mánanum. Úrslitið er eitt stuttligt, øðrvísi og sera langdrigið kort, ið veruliga fær teg at skilja, hví rúmdin eitur rúmdin.
Hygg eftir interaktiva kortinum hjá Josh Worth her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |