- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sea Shepherd fólkini nokta seg sek
Tey noktaðu eisini at svara, tá politiið avhoyrdi tey í gjár.
Tá avhoyringin var liðug seinnapartin í gjár, vórðu fólkini latin leys og mál teirra latin ákæruvaldinum, sum skal avgera, um málini skulu leggjast fyri Føroya rætti.
Fólkini, ein 31 ára maður úr Týsklandi og ein 40 ára gomul kvinna úr USA, eru skuldsett fyri at hava brotið grein 9 í nýggju grindalógini, tað er fyri ikki at gera eftir boðunum frá sýslumanninum, tá roynt varð at fáa rakstur á eina grind í Kalsoyarfirði í gjáramorgunin.
Báturin, sum tey bæði fólkini vóru í, varð eisini tikin.
Fer ákæruvaldið í rættin við teimum báðum Sea Shepherd fólkunum, verður tað fyrstu ferð, at revsiásetingin í nýggju lógini skal roynast í rættinum.
Harafturat fer ákæruvaldið ivaleyst eisini at krevja, at báturin verður drigin inn, so Sea Shepherd ikki fær hann aftur.
Og grindin í Kalsoyarfirði, hon slapp.