- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í morgin skal nýggja grindalógin standa sína roynd
Tey bæði Sea Shepherd fólkini vórðu tikin í Kalsoyarfirði mánamorgunin og skuldsett fyri at bróta grindalógina.
Tá politiið avhoyrdi tey mánadagin noktaðu tey seg sek og noktaðu eisini at svara, tá politiið avhoyrdi tey.
Tá avhoyringin var liðug seinnapartin mánadagin, vórðu fólkini latin leys og mál teirra latin ákæruvaldinum, sum skuldi avgera, um málini skuldu leggjast fyri Føroya rætti.
Føroya rættur er nú biðin um at viðgera málini, og tað verður í morgin klokkan hálvgum tíggju.
Sea Shepherd fólkini, ein 31 ára maður úr Týsklandi og ein 40 ára gomul kvinna úr USA, vórðu skuldsett fyri at bróta grein 9 í nýggju grindalógini, tað er fyri ikki at gera eftir boðunum frá sýslumanninum, tá roynt varð at fáa rakstur á eina grind í Kalsoyarfirði mánamorgunin.
Báturin, sum tey bæði fólkini vóru í, varð eisini tikin.
Rættarfundurin í morgin er serliga spennandi, tí hann fer at avgera, hvussu revsingin skal vera fyri at bróta grein 9 í grindalógini - tað er sjálvandi, um rætturin heldur, at tey ákærdu eru sek.
Tey hava higartil noktað seg sek og fara tí at krevja frídøming í morgin.
Í morgin fæst eisini at vita, hvussu ákæruvaldið heldur, at brot á grein 9 skal revsast.