Nú verður aftur kirkjugongd í Havnar kirkju

Nú verður aftur kirkjugongd í Havnar kirkju
Umvælingararbeiðið í Havnar kirkju hevur gjørt, at kirkjan hevur verið stongd síðani eftir nýggjár, men sunnudagin verður aftur guðstænasta
 
23.07.2015 - 08:29

Kirkjan hevur fingið eina stóra umvæling innan og uttan, millum annað eru gólvini í forkirkjuni, kórinum og lutvís á kirkjuloftinum tikin upp, umvæld, styrkt og løgd av nýggjum og elveitingin er løgd av nýggjum.

Uttan eru ábøtur eru gjørdar á klædning og á vindeygu. Túnið kring kirkjuna er skipað av nýggjum, og er nú lagt við føroyskum grótflísum. 

Havnar kirkja er elsta trækirkja í Føroyum. Kirkjan er bygd í 1788 og umbygd í 1865.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360