- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vóru kvæðakempurnar gay?
Homomentan í gamlari tíð
Fleiri gomul kappakvæði snúgva seg um stríð og hetjur. Men fyri at vinna eitt stríð, so var neyðugt við góðum heri. Tað var vanligt, at tveir menn stóðu saman og vóru somikið tættir, at tað møguliga kann tulkast sum homoseksualitetur. Tað var í øllum førum eitt homososialt samfelag, har menn búðu saman, svóvu saman, ótu saman o.s.fr. Konan hevði lítlan týdning.
Eitt dømi um slíkan atburð er í Runsivalstríðnum, har Róland og Ólivar eru sera tættir og liva næstan saman sum par.
Frá homokulturi til heteroseksualitet
Í tíðarskeiðnum millum 12. øld og 14. øld broyttist mentanin í samfelagnum frá homososialari til heteroseksuella mentan. Hví eitt skifti fór fram, er ógreitt. Hypotesurnar eru nakrar, men grundarlagið er veikt, heldur franski granskarin, Louis-Georges Tin. Ein møgulig hypotesa er kortini ávirkanin frá muslimum.
Erec og Enide
Í fronsku søguni um mannin, Erec, og konu hansara, Enide, sigur konan eina ferð í songini, tá hon heldur at maðurin svevur, at maðurin er ov femininur. Hon veit ikki av, at hann liggur vakin í songini og hoyrir alt. Hann biðjur hana tí koma við sær í kríggj og hyggja at sær, so hann kann prógva, at hann er maskulinur og ein hetja. Hann má prógva, at hann er ein rættur maður fyri konu síni.
Erec og Enide
Við støði í søguni um Erec og Enide sæst, at konan er bangin um, at maðurin er feigur og ikki er ein hetja. Hon eggjar honum tí til at vísa seg sum ein mann fyri at prógva, at hann ikki er samkyndur. Eftir at skiftið fór fram frá eini homososialari mentan til eina heteroseksuella mentan, hava serliga menninir havt ilt við at laga seg til nýggju viðurskiftini.
Hetta hevur elvt til eitt kompleks í dagsins samfelag, tí sambært franska granskaranum er homososiala mentanin enn ein partur av monnum í dag, hóast heteroseksualitetur er dominerandi mentanin.
Kompleks hjá dreingjum
Granskarin vísir á, smádreingir vaksa upp við eini homososialari mentan. Tað vil siga, at alt snýr seg um menn. Dreingirnir liva í eini mannfólkaverð, har allar hetjur eru menn og alt stríð er millum menn. Onkuntíð er ein prinsessa at vinna í endanum, men tað er sjáldan høvuðsendamálið. Endamálið er ikki at blíva familjumaður, sigur granskarin.
Tá ið dreingir síðani gerast tannáringar, fáa teir brádliga at vita, at teir skulu finna sær eina damu. Hetta er eitt kompleks hjá dreingjum, tí hesum eru teir ikki uppvaksnir við. Homososiala mentanin verður sett upp ímóti heteroseksuellu mentanini.
Tá ið menninir síðani gerast familjumenn, vilja teir spæla fótbólt og vera saman við monnum fyri ikki at verða skírdir femininir familjumenn. Hetta vísir eisini, at menn hava brúk fyri mannligari kontakt eins og fyri 12. øld, tá ið menn høvdu nógv meira mannliga kontakt. Homososialiteturin er sostatt ongantíð deyður, heldur Louis-Georges Tin.
Mannliga nærkontaktin í nýggjari tíð
Mannliga nærkontaktin hevur hóast heteroseksuellu mentanina livað í fleiri øldir. Eitt nú var vanligt í eysturevropa at menn kystust, tá ið teir hittust. Hetta var eitt tekin um bróðurkærleika millum sosialistar. Ein kend mynd er av russiska leiðaranum, Brezhnev, ið kyssir týskaran, Honecker.
Brezhnev og Honecker kyssast
Í vesturheiminum komu ógvusligar reaktiónir, ið sóu hetta sum eitt tekin um homoseksualitet. Hetta elvdi til, at lond sum Russland bannaðu alt slag av mannligari nærkontakt, ið kundi tulkast sum homoseksualitetur í vesturheiminum.
Tað var eisini vanligt, at menn gingu hond í hond fyri at vísa teirra bróðurkærleika. Hetta verður heldur ikki góðtikið longur. Tó síggjast viðhvørt gamlir menn leiðast, sum tekin um bróðurkærleika.
Kelda: samrøða við Louis-Georges Tim og fyrilestur hjá Louis-Georges Tim á kvæðaráðstevnu í Norðurlandahúsinum 22. juli 2015.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |