Danskir politikarar verja grindadráp

Danskir politikarar verja grindadráp
Sea Shepherd hevur díkt fólkatingslimir undir í teldupostum um grindadráp í Føroyum, men Paul Watson fær onga undirtøku
Politiið hevur tikið sjey fólk hjá Sea Shepherd í sambandi við grindadráp í summar
 
27.07.2015 - 12:41

Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, viðgongur, at higartil hevur eingin politikari í fólkatinginum sagt seg taka undir við áheitanini frá Sea Shepherd um at steðga grindadrápi í Føroyum.

Seinastu tíðina hevur Sea Shepherd díkt fólkatingslimir undir í teldupostum um grindadráp, men sambært donskum miðlum hava bert tveir fólkatingslimir í Danska fólkaflokkinum svarað. Og teir taka báðir undir við, at føroyingar drepa grind.

Martin Henriksen í Danska fólkaflokkinum, sum eisini er limur fólkatingsins Føroyanevnd og Grønlandsnevnd, hevur sambært Paul Watson svarað, at myndugleikarnir hava skyldu at síggja til, at lógir og reglur í ríkisfelagsskapinum verða hildnar.

Eg skammist ikki

- Tað er sjálvandi eisini galdandi fyri tey, sum eru ímóti tí, sum gongur fyri seg í Føroyum. Eg skammist ikki við mínar donsku røtur, tvørturímóti. Tær nýtist ikki at seta teg í samband við meg aftur, skrivar Martin Henriksen í svarinum til Paul Watson.

Løgreglan hevur tikið tilsamans sjey fólk hjá Sea Shepherd í sambandi við grindadráp í summar. 

Floksfelagin hjá Martin Henriksen, Ib Poulsen, hevur eisini svarað leiðaranum í Sea Shepherd.

Virðið føroyska mentan

- Latið føroyingar liva sítt lív, og latið okkum virða teirra mentan. Tað kann verða trupult hjá teimum, sum bara eru von at keypa mat úr einum kølidiski, skrivar Ib Poulsen.

Framsøgumaðurin í Føroya-málum hjá stjórnarflokkinum Vinstra, Thomas Danielsen, sigur, at danska stjórnin tekur undir við, at føroyingar drepa grind.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961