Javnaðarflokkurin verður størstur flokkur

Javnaðarflokkurin verður størstur flokkur
Javnaðarflokkurin ger eitt ordans hál í nýggjastu veljarakanningini, sum er tann fyrsta síðan løgmaður skrivaði út nýval.
 
06.08.2015 - 17:17

Nýggja kanningin gevur andstøðuni greiðan meiriluta í løgtinginum. Javnaðarflokkurin fær 23 prosent av atkvøðunum, og við hesum hevði flokkurin verið størsti flokkur á tingi, um val var í dag. Flokkurin hevði fingið átta tinglimir.

Næststørstur er Tjóðveldi, sum fær 20,2 prosent av atkvøðunum og hetta gevur 7 tingfólk.

Sambandsflokkurin, sum á seinasta vali var størsti flokkur, fær í dag bara 19 prosent av atkvøðunum. Á seinasta vali fekk flokkurin 24,7 prosent av atkvøðunum, so hetta er ein rættiliga stór afturgongd.

Beint í hølunum er Fólkaflokkurin við 18,6 prosentum. Hetta er eisini minni enn seinasta val, tí tá fekk flokkurin 22,5 prosent av atkvøðunum.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa seks tinglimir hvør í hesari veljarakanningini.

 

Framsókn stendur seg væl

Framsókn ger eitt rimmar val, skulu vit trúgva hesari kanningini. Flokkurin fær 11,6 prosent av atkvøðunum og tvífaldar tingmannatalið úr tveimum á seinasta vali upp í fýra.

Miðflokkurin gongur eitt sindur aftur. Hann fær 4,7 prosent, men varðveitir teir báðar tingsessirnar kortini.

Verri er hjá Nýggjum Sjálvstýri, sum missir sín einasta tinglim. Nýggja kanningin gevur flokkinum bara 2,9 prosent av atkvøðunum, og tað er ikki nóg mikið at sleppa inn um tinggátt.

 

Andstøðan vinnur

Veljarakanningin gevur altso andstøðuni rættiliga stóran meiriluta. Tilsamans fáa Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn 19 tingsessir, meðan samgongan við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum fær 14 tinglimir.

Veljarakanningin varð gjørd týskvøldið og mikukvøldið í hesari vikuni. Tilsamans 1116 veljarar svaraðu. Av teimum, sum svaraðu, søgdu 12,9 prosent seg ikki hava tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852