Arbeiðsloysisskipanin átalu fyri viðgerð

Arbeiðsloysisskipanin átalu fyri viðgerð
Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, tí ALS drálaði við viðgerðini, tá ein maður spurdi um at sleppa á skeið
Arbeiðsloysisisskipanin hevur fingið átalu fyri drál frá Løgtingsins umboðsmanni, tí ALS drálaði, tá ein maður í 2012 spurdi um at sleppa á skeið
 
18.08.2015 - 07:55

Tá næstan eitt ár var farið, frá tí at Arbeiðsloysisskipanin fekk eina avgerð aftur frá Kærunevndini, hevði maðurin, sum kærdi, ikki fingið boð um nakra nýggja avgerð hjá ALS.

Fyrisitingarlógin hevur onga áseting um, hvussu langa tíð, ein myndugleiki kann loyva sær at brúka til at viðgera eitt mál. Men knappliga eitt ár er alt ov lang tíð, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur givið ALS eina átalu fyri drál.

Málið byrjaði í 2012

Málið byrjar 29. januar i 2012. Tá søkir ein arbeiðsleysur maður ALS um at sleppa á skeið. 17. februar svarar ALS nei.

Maðurin kærdi avgerðina hjá ALS til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini, sum 10. september vísti málið aftur til ALS til nýggja viðgerð.

Kærunevndin metti, at avgerðin hjá ALS ikki var grundgivin. Tann 6. november boðaði ALS frá, at ALS fór at taka málið uppaftur.

Eftir at hava fingið fleiri áheitanir frá manninum, sum vildi sleppa á skeið, boðaði ALS frá tann 11. juli í 2013, at maðurin fekk avgerðina um nakrar dagar.

LUM: ALS hevði kunnað tikið eina nýggja avgerð

Tann 30. august í 2013 fór maðurin, sum tá framvegis bíðaði eftir formligu avgerðina hjá ALS um skeiðið, úr ALS.

Tá vóru minni enn tvær vikur eftir til ársdagin fyri, at Kærunevndin bað ALS viðgera umsóknina um skeiðið av nýggjum.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at ALS hevði kunnað tikið eina nýggja avgerð stutt eftir 10. september í 2012, og gevur ALS eina átalu fyri drál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870