Meiri epli og grønmeti í Sandoynna

Meiri epli og grønmeti í Sandoynna
Sandoyingar fara nú at stovna áhugafelag fyri øll, sum fáast við at velta í oynni
 
18.08.2015 - 11:34

Endamálið hjá felagnum er at menna og fjølbroyta landbúnaðarframleiðsluna í Sandoynni.

Limirnir skulu fáa høvi saman at finna nýggjar og góðar dyrkingarhættir, so fleiri sløg av vøkstri kunnu fáast. Og so skal felagið eisini stuðla samstarvi um sølu av tí, sum velt verdur, og menning av smáframleiðslu yvirhøvur.

Felagið er fyri øll, sum hava áhuga í velting og grønmetisframleiðslu í oynni. 

Fundur og framløga

Stovnandi fundurin verður í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 20 í Sands bókasavni.

Á fundinum verður eisini stutt framløga um kunningarferð til Hetlands og Noregs, sum gjørd var fyrr í summar, skriva fyrireikararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028