- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útisetar vilja hava broyting
Hóast lesandi útisetar hava valrætt, so eru teir ikki vanliga partur av gerandisdemokratinum, kjakinum og veljarakanningunum í Føroyum. Tó hevur portalurin foroyar.dk fyri stuttum gjørt veljarakanning millum lesandi útisetar.
Hvør skal á ting?
Sambært veljarakanningini høvdu útisetarnir ikki valt sitandi samgongu aftur á Løgting. Í veljarakanningini siga 73,9% av útisetunum seg velja andstøðuflokkarnar Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, meðan 17,2% velja ein av flokkunum, sum seinastu fýra árini hava sitið í samgongu. Hetta eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin. Nýtt Sjálvstýri, sum fyrst var í samgongu og síðani uttan fyri samgonguna, fær 7,7% av útisetaatkvøðunum. 1,4% siga seg ikki vita, hvat tey skulu velja.
Kanningin sigur ikki, um hetta er vanliga atkvøðubýtið millum útisetar, ella um lesandi útisetar veruliga eru ósamdir við førda politikkinum seinastu fýra árini, tí hon sigur ikki, hvat teir valdu seinast.
Fullveldi?
Eins og restin av samfelagnum eru lesandi útisetarnir býttir upp í tveir stórar bólkar, tá teir eru spurdir um fullveldisspurningin. 55,2% siga seg vera fyri fullveldi, meðan 44,8% heldur vilja varðveita ríkisfelagsskapin við Danmark.
Borgarlig vígsla?
Viðvíkjandi spurninginum um samkynd skulu sleppa at giftast borgarliga ella ikki, er als eingin ivi, hvat lesandi útisetar halda. Heili 97,3% av teimum spurdu eru fyri, at samkynd kunnu giftast borgarliga.
442 lesandi útisetar hava verið við í kanningini, og 684 hava skrásett seg á vallistan til løgtingsvalið 2015.
Síggj úrslitið av veljarakanningini her.
Kelda: foroyar.dk
Meir um løgtingsvalið á Røddini:
Filmsbrot: Kjak um kynskvoteringar
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |