Keðir tú teg?

Keðir tú teg?
Tær nýtist ikki at vera eitt barn, fyri at kunna njóta ein góðan teknifilm. Her eru tríggir, ið tú lættliga kanst fáa tíðina at ganga við
31.08.2015 - 23:15

The Iron Giant

Hesin sci-fi teknifilmurin frá 1998 byggir á bókina, The Iron Man, hjá Ted Hughes. Filmurin fer fram í Amerika undir kalda krígnum og snýr seg um tann níggju ára gamla Hogarth Hughes, sum er ein upfinningarsamur drongur, ið fyri tað mesta gongur og reikar runt einsamallur, tí mamman er einkja og má arbeiða nógv fyri at fáa endarnar at røkka saman.

 

Hogarth leingist eftir at uppliva okkurt spennandi, og tað ger hann sanniliga eisini, tá hann finnur ein risastóran robott úr rúmdini, sum júst er lendur á jørðini. Hogarth og jarnrisin gerast vinir, men samstundis byrjar ein trygdarløgreglumaður at fáa illgruna um, at okkurt ikki ruggar rætt og fylgir aftan á dronginum fyri at avdúka hansara loyndarmál. Hogarth má nú royna at gera alt tað, sum hann kann, fyri at fjala jarnrisan fyri amerikansku stjórnini. 

 

Hóast filmurin, vegna manglandi marknaðarføring, bleiv ein fíggjarlig fiasko, so varð hann tilnevndur fleiri heiðurslønir og fekk óvanliga góð ummæli. The Iron Giant er minst líka væl egnaður til vaksin sum til børn, tí umframt at snúgva seg um vinaband og kærleika, so viðger hann eisini nøkur sera djúp evni og gevur innlit í óttan fyri tí ókenda, sum eyðkendi Amerika í 1950'unum.

 

 

 

Spirited Away

Í hesum filmslistarliga meistaraverkinum hjá Hayao Miyazaki skulu 10 ára gamla Chihiro og foreldur hennara flyta, men ávegis til nýggja heimið koyra tey skeivan veg og enda í eini, at síggja til, mannleysari bygd við nógvum básum, ið eru á tremur við mati. Meðan Chihiro fer á rannsóknarferð í merkiligu bygdini, velja foreldrini at eta av matinum, sum umskapar tey til grísar. 

 

Chihiro er nú einsamøll, men møtir tíbetur loyndarfulla dreinginum, Haku, sum greiðir henni frá, at hon er komin inn í ein anda-heim, og at bygdin er ein frítíðarstaður hjá ondum, sum tørva eina pausu frá fysisku verðini. Fyri at bjarga sær sjálvari og foreldrum sínum noyðist Chihiro at arbeiða í einum baðihúsi í bygdini, har skitnir andar koma at reinsa seg sjálvar. 

 

Ljóðar hatta merkiligt? Hóast søgan er heldur øðrvísi í mun til tað, sum vit vanliga síggja í teknifilmum, so er hon ótrúliga góð, og tað tekur ikki langa tíð, áðrenn tú ert púra burtur í tí hugtakandi heiminum, sum Miyazaki megnar at skapa. Filmurin fekk sera góða móttøku tá hann kom út í 2001, og vann enntá ein Oscar fyri 'best animated picture'. 

 

 

 

Antz

Teldugjørdi filmurin hjá Dreamworks frá 1998 snýr seg um Z, ein heldur neurotisk og pessimistisk arbeiðarameyra, sum er troyttur av monotona, totalitariska lívinum í meyrutúgvuni, har alt bara snýr seg um at arbeiða skjótt og væl. Z leingist eftir eini tilveru, sum hann sjálvur er harri yvir, men kennir ongan annan, sum deilir hansara hugsjón. 

 

Bala er meyruprinsessa, ið eins og Z, er troytt av sínum lívi, sum bara snýr seg um røkja sínar kongaligu skyldur og føða larvur. Tá Z og Bala møtast í eini barr, gerst hann forliptur í henni og ger av at melda seg í herin fyri at kunna síggja hana aftur. Hann fer í kríggj, óvitandi um at herðførari teirra, General Mandible, gongur við ætlanum um at yvirtaka mýrutúgvuna og at týna allar arbeiðarameyrurnar.

 

Uttan at avdúka ov nógv kann tað sigast, at Z sjálvandi endar við at finna útav óndu ætlanunum, og at tann sjálvsøkna meyran noyðist tí at seta seg sjálvan til síðis, fyri at bjarga meyrutúgvuni. 

 

Antz skaraði framúr, tá hann kom út, tí at hann var ein teknifilmur, sum var ætlaður til vaksin, og fekk sera góða móttøku millum ummælarar, m.a tí at hann viðgjørdi evni sum kríggj, filosofi og politik. Eisini er skemtingarlagið hvasst og frekt, sum ger, at filmurin er serstakliga undirhaldandi.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.