Miðjarahavið er vorðin flóttafólkakirkjugarður

Miðjarahavið er vorðin flóttafólkakirkjugarður
Og ES-londini eru samsek hvørja einastu ferð eitt flóttafólk doyr, sigur turkiski forsetin, Recep Erdogan
 
04.09.2015 - 07:49

- Evropisku londini hava broytt Miðjarahavið, sum var vøggan hjá tjóðmentanum, og londini eru samsek í brotsverkunum, sum verða framd, hvørja einastu ferð eitt flóttafólk doyr, sigur Erdiogan, tá hann í dag í Ankara, tosaði um flóttafólkakreppuna í ES.

Arbeiða við loysnum

Svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstrøm, segði eftir fund millum uttanríkisráðharrarnar úr Svøríki, Finnlandi, Danmark, Noregi, Íslandi, Estlandi, Letlandi og Litava, at ES skal loysa stóra streymin av flóttafólkum og tilflytarum, sum koma til ES. 

Týskland fer væntandi at taka ímóti 800-túsund og Svøriki 80-túsund flóttafólkum.

- Málið fer at standa ovast á dagskrá hjá ES í langa tíð. Vit mugu koma við loysnum, og vónandi finna vit eina gongda leið, sigur Wallstrøm.

Hon vísur á stóru ósemjuna um Dublin-samtyktina, sum ber í sær, at fyrsta ES-landið, sum ein umsøkjari um friðskjól kemur til, skal viðgera umsóknina. - Nøkur lond vilja broyta samtyktina og ójavna býtið av flóttafólkum, sigur Margot Wallstrøm.

Gera uppbýti

Hon vil ikki gera viðmerkingar til, um ES skal gera felags móttøkustøð í Grikkalandi og Italia, so at tey, sum søkja um friðskjól verða fyri seg og flóttafólk fyri seg.

Uppskotið eigur Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, og franski forsetin, Francois Hollande.

14. september verður uppskotið til viðgerðar á fundinum millum løgmálaráðharrar og uttanríkisráðharrar í ES-londunum.

Færri til Íslands

Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, vil ikki gera viðmerkingar um, at Ísland næsta ár bert fer at taka ímóti 50 flóttafólkum. 

- Eg fari ikki at kappast um talið av flóttafólkum, sigur hann við Ritzau-tíðindastovuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585